27.8.12

Ljós og rustur



Hesin sjáldsami píkur sæst í bátadráttinum niðri á helluni á Viðareiði. Hóast samandrigið, skyggir rusturin og spælir sær í dagsljósinum við Múla og bjarta sjóvarmálanum í nærmasta baksýni.


Sama litspæl í rusti er í Hvannasundi, har ein hjallur úr bylgjublikki spælir upp móti stílreinu kirkjuni, sum H.C.W.Tórgarð teknaði, við kyrra sundið mitt á slætta bønum. Kanska er tað so, at bylgjublikk er besta byggitilfar at fanga og benda føroyska ljósið. Eisini tá tað rustar.


Kirkjan stendur sjáldsama væl á hesum slætta lendi, beint við sjógvin. Í fjórðu bókini um kirkjurnar í Føroyum (1999), sigur J.P. Gregoriussen, arkitektur og høvundur, frá um átjan kirkjur, sum vórðu bygdar árini 1920 til 1957. Um kirkjuna í Hvannasundi verður sagt soleiðis:

Í 1933 varð H.C.W. Tórgarð, arkitektur í Havn, biðin um at gera tekning og kostnaðarmeting til nýggja kirkju í Hvannasundi. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv, so arbeiði uppá kirkjuna byrjaði ikki fyrr enn í 1948. Tekningin vart tó tann sama, ein kirkja við veggjum úr beton, klødd innan við viði og tekju úr bylgjujarni (bleiv til asbest tá bygt varð). Hon var 22 alin long og 12 alin breið og hevði vindeygu á báðum síðum. Kirkjan skuldi hava hundrað føst setur í skipinum, umframt setur í kórinum og á loftinum. Innrættað var við kirkjuna á Kirkju sum fyrimynd. Men tað gekk illa at fáa nakran at átaka sær arbeiði. Arbeiði varð útboðið í bløðunum, men einki boð kom. Endin var, at sundamenn sjálvir bygdu kirkjuna. Betongarbeiðinum stóð Niels í Buð fyri og Meinhard Poulsen, byggimeistari, saman við Jóaness Christiansen, timburmanni á Kirkju, stóðu fyri timburarbeiðinum. Hin 12. november 1949 varð Hvannasunds kirkja sýnað av Martin Sivertsen, Hvannasund og Gunnar Krúnufjall, Norðtoftir og góðkend. Dagin eftir, hin 13. november 1949, varð kirkjan vígd av Jákup Joensen, prósti, og var hetta hansara fyrsta kirkjuvígsla.


Tún er lagt oman móti sjóvarmálanum, har børn spæla, renna á skateboard og vassa í sjónum, sum hesin lítli klaksvíkingur í reyðari troyggju, ið spurdi um myndatøku og fegin vildi verða avmyndaður í sundinum.


Á Sundsvegi í Hvannasundi vísur Absalon Lydersen mær ein svartan Austin A30 frá 1954, sum rustur valla býtir á. Hann stendur sum fyrsta dagin, er keyptur úr Danmark í upprunaligum standi. Til ellisakfør ber til at gera serligar nummarplátur í samráð við Akstovuna. - Hesa gjørdi eg eftir gomlu plátuni hjá Hjørleif Waag í Klaksvík, sum hevði hýruvognar og skúlakoyring. Kjølbro hevði eisini hesa nummarplátu, ið hendan er gjørd eftir, sigur Absalon.


Austin legði saman við Morris i 1952 og bleiv til British Motor Corporation, sum fevndi um Morris, M.G, Riley, Wolseley, VandenPlas hjá Austin og árið eftir eisini Ausin-Healey. Helst hevur Kjølbro havt ávirkan á bilsmakkin hjá ungum monnum í Norðuroyggjum. Hann hevði ein snøggan VandenPlas og í dag stendur ein tílíkur bilur, sum er keyptur úr Noregi, í einum bilhúsi í Klaksvík. 

Eftir at bilsmiðjurnar hjá Morris og Austin vórðu lagdar saman var onkuntíð ilt at síggja munin á báðum bilunum, Morris og Austin. Í Sosialinum 1998 skrivar Maggi Gunnarsson hesa søgu úr skjalagoymslunum hjá Brockie og teimum: "Einaferð høvdu teir bílagt ein Austin vøruvogn til ein handverkara í Havn. Tá teir skuldu fara eftir bilinum, vísir tað seg, at har er ein Morris vøruvognur komin í land. So varð ringt til Sigird av Reyni, Morris umboðið, fyri at vita, um teir høvdu bílagt bilin, men tað høvdu teir ikki. Tað vísti seg, at teir hjá Domi í Danmark av ósketni høvdu sent ein Morris bil, men tað var ongin trupulleiki. Ein pakki kom við Austin merkjum, hjólskálum og onkrum øðrum, og tá tað varð skift út, var bilurin ein Austin."


Í Bretlandi var Austin A30 seldur sum economy car árini 1951 til 1956. Hann kostaði £507, sum er £62 bíligari enn kappingarneytin Morris Minor. Í einum filmstubba sæst, hvussu Austin lýsti við nýggja bilinum.


Í Árnafirði er sjáldsama hvítur sandur. Borð eru sett á sandin, ið sær suðurlendskur út, tá sólin er frammi. Wikipedia upplýsir at har búgva 51 fólk í 26 húsum. Skúlin er bygdur í 1904, kirkjan í 1936 og so eitt minuhús, sum varð bygt undir krígnum, tí hini húsini standa so nær sjónum, at vandi var fyri fólkaskaða , um minur róku á land. Má fara at leita eftir hesum húsum. Í dag eydnaðist mær bara at avmynda skúrin á bryggjuni, sum lýsir við automatsølu.


Við tunnilsmunnan eru Ánir, ið er bygd, sum stavar frá 1840. Í 2008 var farið undir at byggja fimtan arkitektteknað samanbygd hús í Ánunum. Í sølutilfarinum stendur at “húsini, ið verða smíðað úr fyrsta floks tilfari, eru sett soleiðis í lendið, at øll hava sera gott útsýni og góðan sólargang.” Og so er. Her er frítt útsýni yvir sund og fjørð og ikki minst virknu Norðurhavnina. Men í baksýni daga høgu fjallarøðirnar, ið eyðkenna Norðuroyggjar og bygdirnar, sum har eru. Frálík ferðamál eru tær allar samlar.