Skip to main content

Metseljarin Søren Ulrik Thomsen vitjar



Norðurlandahúsið ber í dag tey gleðiligu boð at Søren Ulrik Thomsen fer at lesa yrkingar mánakvøldið 27. august kl 19:30.

Tað er í samstarvi við Rithøvundafelagið at Norðurlandahúsið skipar fyri rithøvundakvøldinum, har danski yrkjarin og metseljarin fer at lesa saman við Carl Jóhan Jensen og Oddfríði Marna Rasmussen. Inger Smærup Sørensen verður orðstýrari og tað er ókeypis atgongd.

Beint fyri árslok í fjør skrivaði eg á hesum bloggi um film og yrkingar í árinum, sum fór. Tað var undir heitinum Filmur og stakkalastás, og rímuligvís nevndi eg Søren Ulrik Thomsen:

Og so er tað danski metseljarin Søren Ulrik Thomsen. Havi hug at nevna ein kaffimunn í Norðurlandahúsinum á middegi 11. september 2001. Meðan vit sita og smápráta um upplestur sama kvøld, kemur Úlvur Hjörvar, sáli, algoystur inn um dyrnar, loysir hálsklútin og sigur at “Nu er den helt gal i Staterne, de flyver ind i tårnene og alt står i flammer!” Við húsavørðinum fóru vit, Søren, Poul Vad, Steinbjørn B. Jacobsen, Úlvur og eg, tortrúnir inn á goymsluna og tendraðu sjónvarpið. Haldi vit bara gapaðu. Minnist ikki at nakað varð sagt.


Á grækarismessu í ár gav sami Søren út nýtt yrkingasavn, Rystet spejl. Higartil eru níggju uppløg prentað og seld, tilsamans 20.600 eintøk. Og eftir einum degi, 15. desember, varð fyrsta upplagið av nýggja yrkingasavninum hjá Klaus Rifbjerg, Stederne, uppselt og prentað aftur. 1.800 hvørt upplagið. Fjøtraða listagreinin á bundnum máli, sum eingin sigst keypa, er floygd. Eri sannførdur um at henda gongd sæst aftur í filmslistini.