23.8.12

Nú reyk golfvøllurin



Nú reyk so hasin golfvøllurin úti á Glyvursnesi. Kartni, sum umframt vágamaður, eisini er íðin golfari, bjóðaði mær út í golfklubban í apríl 2006, tá myndirnar eru tiknar.



Meðan russiskir rustikustar dunkaðu á fjørðinum og seyður gekk á bønum, royndu vit okkum við gulum kúlum og vinstrahendum stavum frá Palla, uppi og niðri, so tað næstan varð sum í sálminum hjá Mikkjali, har tað gongur ups av ups.


Missa vit umframt golfvøllin á Glyvursnesi eisini flogvøllin vesturi í Vágum, so hava vit eina heilt greiða Lose/Lose støðu, sum eingin fer væl av, heldur enn eina Win/Win støðu, har øll kundu fingið ein ágóða. Wikipedia lýsir Lose/Lose støðuna soleiðis: ‘When people become obsessed with making the other person lose, even at their own expense. This is the philosophy of adversarial conflict, war, or of highly dependent persons. (If nobody wins, being a loser isn't so bad.)’ Kanska er hetta fremsta lyndiseyðkennið hjá miðalføroyinginum. Eitt annað uppskot er støðan Win/Win or No Deal, sum Wikipedia lýsir soleiðis: ‘If we can't find a mutually beneficial solution, we agree to disagree agreeably - no deal. This approach is most realistic at the beginning of a business relationship or enterprise. In a continuing relationship, it's no longer an option.’ Kanska eru vit í hesari støðu og blíva við at vera har, tí vit vita, at longur slepst ikki í hesum máli.

Men í meðan kunnu vit skifta orð um tøkni og mátingar og Norðlýsið kann sleppa at skapa hesa yvirskrift í ein dag: ‘Neyvan nakrantíð flogvøllur á Glyvursnesi’. Tað er so beint ímóti tí, sum boðini frá Landsverki siga. Hesin spæla-hund-krúlla-á-halan-og-pilka-nalva-journalistikkur er sereyðkenni fyri heimligu miðlarnar. Heldur enn at tryggja fólkaræði, so sum Dimma so javnan sigur í oddagreinunum, so eru miðlarnir ofta størsta einstaka forðingin fyri skilagóðum almennum kjaki, sum ikki gongur einoygd ørindi fyri skýmaskotsprofetar, sum trívast best har koyripengar eru størstir.


Kanningarnar hjá Landsverki vilja staðfesta at Glyvursnes, omanfyri, er best egnaða plássið til flogvøll, tá hugt verður eftir lendisviðurskiftum og sýni. Landsverk ger vart við at hetta er ikki fyrstu ferð at hetta sama úrslitið er komið fram og tað greitt. - Ein neyvari kanning av turbulensviðurskiftunum staðfestir nú enn einaferð, at Glyvursnes er nógv best egnaða plássið til at leggja ein møguligan nýggjan flogvøll, verður sagt í tíðindunum við Landsverki sum keldu.

At gera nýggjan flogvøll, ella ein afturat í okkara lítla landi, sum ikki til fulnar klárar at reka ein á nær námindi altjóða støði, er ikki sum at siga tað. Men nýggja frágreiðingin, sum Klæmint Østerø hevur latið Landsverki 17. juli 2012, tekur støði í kanning og simulering av turbolensviðurskiftunum í Søltuvík, Glyvursnesi og Vágum, sum norska fyritøkan SINTEF hevur gjørt fyri Landsverk Analysis of Terrain Induced Turbulence on Alternative Airport Locations at the Faroe Islands using Numerical Simulations (2011).

Partur av forsøguni er at enn ein norsk fyritøka, Asplan Viak AS, gjørdi innleiðandi kanningar fyri Landsverk í 2004 og 2005, har ymisir møguleikar, m.a. Glyvursnes, Skorhæddin og Søltuvík vórðu kannað. Í frágreiðingini Ny Flyplass På Færøerne – En mulighedsstudie (2006) varð víst á, at tað ber til at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi og í Søltuvík, sum lúka øll galdandi staðfrøðilig myndugleikakrøv, og at tað á hesum plássunum helst ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. Asplan Viak metti hinvegin, at Skorhæddin ikki er eitt hóskandi pláss til ein flogvøll, tí tað helst ikki ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. Hetta verður ikki útgreinað nærri.

Síðani hevur Landsverk gjørt kanningar av fleiri alternativum uppskotum, t.d. krossvøllur á Borðuni í Nólsoy, flogvøllur í Svínoy, og seinast eitt uppskot um flogvøll í Klovanum í Vágum. Kanningarnar vístu, at uppskotini eru ikki realistisk, tí lendið uttanum vøllirnar á hesum støðum og í inn- og útflúgvingarøkjunum er ov høgt.

Í niðurstøðuni sigur Klæmint at kanningin og turbolens simuleringarnar snúgva seg einans um turbolens stavandi frá vindi og lendisviðurskiftunum um verðandi og alternativu plássini til flogvøll í Føroyum.

Grundað á turbolenssimuleringarnar og neyva greining av úrslitunum í innflúgvingarleiðini og á flogbreytini, sigur Klæmint, at av teim trimum kannaðu plássunum, Søltuvík, Glyvursnes og Vágar, at Glyvursnes er best egnaða staði til alternativan flogvøll.

- Kanningin vísir, at lága og javna lendið við Glyvursnes, norð-, eystur-, og suðureftir geva ongar trupuleikar við turbolensi við ættunum heilt frá útnyrðingi til norðan og niður til útsynning. Nógvur vindur vestaneftir skapar nakað av turbolens um Kirkjubøreyn, men hetta er so mikið langt frá ætlaða plássinum til flogvøll, at tað elvir ikki til nevnivert av turbolensi á ella við flogvøllin.


- Ein alternativur flogvøllur í Søltuvík, omanfyri, verður av vestan-, og sunnanættunum ávirkaður lokalt, av nógvum og máttmiklum turbolensi stavandi frá eggini móti vestri og suðuri. Eysturættirnar elva eisini til turbolens um Dysjarnar, Pætursfjall og um Eiriksfjall og Endan vestantil, og er hetta turbolensur í størri øki og kann verða vandamikil fyri flygving. Truplu turbolensviðurskiftini í Søltuvík eru í stóran mun samanfallandi við trupuleikarnar í Vágum, og verður tíðskil einki alternativ til verðandi flogvøll.


- Høgu fjøllini norðanfyri og sunnanfyri verðandi flogvøll í Vágum, omanfyri, skapa nógvan turbolens í innflúgvingarleiðunum, um og á flogbreytini. Simuleringarnar vísa, at vindur frá norðan, landnyrðingi, sunnan, útsynningi og vestan skapa trupuleikar við turbolensi, baði í innflúgvingarleiðini og á flogbreytini. Eystanættirnar eru ikki fongdar við turbolensi í sama mun sum hinar. Samanumtikið lýsir kanningin turbolensviðurskiftini í Vágum sum sera trupul.