25.8.12

Nýtt úr Kina


Á hillunum í Rúsuni er komið nýtt vín úr nýggjum vínlandi. Talan er um reyðvín av kinverska garðinum hjá Han, róptur Hansen, við heitinum Côtes du Fleuve Jaune du désert de Gobi. Vínið er úr økinum Ningxia, Gansu og Wuhai í Gobioyðimørkini í Innara Mongolia í Kina. Árgangurin er 2009, alkoholprosentið er 13 og talan er um bland av drúvunum cabernet-sauvignon, cabernet-gernischt, cabernet-franc og merlot.

Í vøruskránni hjá Rúsuni stendur: Goymt 17 mánaðir á eik. Anga av frukt, eik og kaffi. Smakk við frukt, krydd og eik. Miðal fylla. Hóskar m.a. til neytakjøt og ost. Prísurin er 152 krónur fyri fløskuna.

Heimasíðan hjá kinverska vínbóndanum, harra Han, avdúkar at talan er ikki bara um at kína fremmandum kræsnum gómum, men eisini at eggja til eitt samfelagsligt nýbrot innlendis:

Mr. Han's goal is to transform an arid desert into green vineyards with irrigation from the Yellow River and the use of groundwater. A significant social objective of this plan is to create employment and better standards of living in his native region. This is recognised as part of a larger, national project to help develop the poorer regions of China.