16.8.12

So kom sólin til Havnar



Eftir toku og regn kom sólin til Havnar og skínur á bøkur og morgunkaffi. Kaffikoppurin, sum er úr einum loyniligum flogfari, hevur eina yrking úr savninum Cuppa Coffee eftir Susan Weil. Klikk á myndina, so ber til at lesa.

Og tó, á middegi má eg sanna at Havnin er tað mjørkahol, hon hevur spælt upp til í seinastuni. Kjaftsvart, so langt eygað sær. Men hinvegin, tað er ikki serliga langt.