Skip to main content

Bárður um Marie Krøyer í Havnar Bio


Sunnudagin 23. september 2012 kl 18:00 verður Marie Krøyer, sum er nýggi filmurin hjá kenda danska leikstjóranum Bille August, sýndur í Havnar Bio. Tað er Birgitte Hjort Sørensen, omanfyri, ið hevur leiklutin sum Marie Krøyer. Hana kenna vit sum Katrine Fønsmark í sjónvarpsrøðini Borgen. Undan sýningini fer Bárður Jákupsson, listamaður, at siga frá um listakvinnuna Mariu Krøyer.



Nýggi danski filmurin sigur dramatisku søguna um Mariu og kenda mannin, P.S. Krøyer, sum var stórur listamaður í Skagen. Unga Maria situr fyri, tá hann málar og tey verða gift í 1889. Eftir aldarskiftið møtir Maria svenska tónaskaldinum Hugo Alfvén, sum eftir eitt hendingaríkt tríkantsdrama verður seinni maður hennara. Marie Krøyer andaðist í einsemi 72 ára gomul í Stockholm.



Kinna Poulsen skrivar á Listablogginum, at tá í tíðini var ikki lætt hjá kvinnum at koma sær uppí listaumhvørvið og verða tiknar í álvara, "men Marie Krøyer var viljasterk ung kvinna og foreldur hennara stuðlaðu henni. Á  henda hátt eydnaðist henni at byrja at mála hjá Kristian Zahrtmann og í París sat hon lið um lið við Onnu Ancher í atelierinum hjá Puvis de Chavanne og málaði. Anna Ancher, sum jú eisini er millum tey týdningarmestu av Skagen-listafólkunum var vinkona Marie gjøgnum alt lívið. Skagensmálararnir eru enn í dag serstakliga høgt í metum millum fólk, teirra vøkru myndir vóru og eru enn sera væl dámdar á sama hátt, sum franska impressionisman, haðani Skagensmálararnir funnu íblástur, eisini er tað. Listafólkini fingu nakað serligt burtur úr ljósinum í Skagen og ljósið er sum kunnugt serliga umráðandi fyri impressionistisk listafólk. Kunstnarakoloniin í Skagen fær sum heild íblástur sín úr París og impressionistiskt inspirerað listafólk úr øllum norðurlondum komu hesa tíðina til Skagen at búgva longri og styttri tíðarskeið serliga um summarið, tá veðrið var til at mála uttandura. Impressionisman tekur støði í plein air málarínum, har listafólk fara út úr atelierinum at mála. Ídnaðarsamfelagið og vísundaliggerðin av samfelagnum yvirhøvur ávirkar eisini listina og impressionistarnir royna hesa tíðina á miðvísan hátt at vera trúgvir yvir fyri myndevninum soleiðis sum teir síggja tað, upployst í ljósi. Nógvir av rithøvundunum og myndlistafólkunum koma úr Keypmannahavn, Georg Brandes, Holger Drachmann, Christian Krogh osfr. vóru t.d. ofta og vitjaðu í Skagen. Biograffilmar um listafólk eru sum lundi á jólanátt her á okkara leiðum, so vit gleða okkum øll!"

Tað er Steinbrá, sum skipar fyri hesari serstøku undansýning, sum er opin fyri almenninginum. Atgongumerki á 60 kr fáast í Havnar Bio sum vanligt. Seinni verður prísurin 85 kr. Men tá verður eingin fyrilestur undan filminum. Høvið verður at tekna seg sum lim í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá grafiska verkstaðnum Steinprenti á Skálatrøð.