Skip to main content

Bjarne Werner Sørensen


Fríggjadagin lat upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð, ið fevnir um tíggju ára samstarv millum Bjarne Werner Sørensen og grafiska verkstaðin, har listamaðurin m.a. hevur gjørt tríggjar røðir av steinprentum.



Bjarne er danskur listamaður, ið er ættaður úr Froðba, og er tískil eitt av teim útvið hálvthundrað listafólkunum, sum eru lýst í bókini Livandi list - 49 nútíðar føroysk listafólk (Inger Smærup Sørensen 2008). Hann er føddur í Danmark í 1960, útbúgvin á Det jyske Kunstakademi í Aarhus, árini 1981-1985 og starvast til dagligt í Keypmannahavn.


Bjarne hevur sýnt fram kring allan heim og hevur eisini skipað fyri fleiri framsýningum í Føroyum. Síðan byrjanina hevur hann verið limur í Heystframsýningarbólkinum á Skipasmiðjuni og hevur gjørt teirra framsýningarkatalog á hvørjum ári. Í ár er eingin Heystframsýning, men henda framsýningin á Skálatrøð er opin til 17. november.

 
Í sambandi við framsýningina í Steinprenti er plakat gjørd og eitt snøgt katalog við litmyndum av verkunum og lýsingar av arbeiðnum á Skálatrøð. Tekstin í kataloginum hevur Kinna Poulsen skrivað.


Fitt av fólkið var møtt til ferniseringina á Skálatrøð, millum onnur Eivind í Gongini, sum býr í India. Og ikki var tað sørt av Indian Summer hesa løtu við vágna í Havn. Stilli og nógv fremmand ferðafólk av tveimum ferðamannaskipum.