Skip to main content

Bjørn er ein av sjey ráðharrum í Göteborg






Tað verður sum í ævintýrunum á bókamessuni í Göteborg. Sum í eini halgivísu verður talt upp í sjey, tá teir høgu harrar og kvinnur fara um grindina í messuhúsunum í svenska býnum hósdagin 27. september klokkan 11. Tað siga norðurlendsku fyrireikararnir í dag.

Tey, ið møta á bókamessuni í Göteborg eru mentamálaráðharrarnir Anniken Huitfeldt úr Noregi, Lena Adelsohn Liljeroth úr Svøríki, Katrin Jakobsdottir úr Íslandi, Johan Ehn úr Álandi, Bjørn Kalsø úr Føroyum og norðurlendsku samstarvsmálaráðharrarnir Rigmor Aasrud úr Noregi og Manu Sareen úr Danmark.

Norðurlendskar bókmentir eru evnið á bókamessuni í Göteborg ár, har eisini fjúrtan úrvaldar føroyskar bøkur verða við. Somu fjúrtan bøkur verða eisini sýndar fram á bókamessuni í Frankfurt 10.-14. oktober 2012.

Talan er um seks skaldsøgur, eitt yrkingasavn, tvey stuttsøgusøvn, tvær barnabøkur og tríggjar akdemiskar bøkur. Brot úr bókunum verða endurgivin á enskum og týskum.

Tær fjúrtan føroysku bøkurnar, sum verða sýndar fram á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í ár eru:

‘Brahmadellarnir’ (Jóanes Nielsen 2011), ‘Bræddur firvaldur’ (Tóroddur Poulsen 2011), ‘Deydningar dansa á sandi’ (Jógvan Isaksen 2011), ‘Flata Kaninin’ (Bárður Oskarsson 2011), ‘Føroya Náttúra’ (Magnus Gaard, ritsj., 2006), ‘Havið’ (Bogi Hansen 2000), ‘Hin føroyski róðrarbáturin’ (Andras Mortensen 2000), ‘Í morgin er aftur ein dagur’ (Oddvør Johansen 1999), ‘Ó-, søgur um djevulskap’ (Carl Jóhan Jensen 2005), ‘Pílagrímar’ (Hanus Kamban 2001), ‘Skrímslahæddir’ (Rakel Helmsdal FO, Kalle Güettler SE og Áslaug Jónsdóttir ÍS 2011), ‘Tema við slankum’ (Sólrun Michelsen 2007), ‘Undir suðurstjørnum’ (Gunnar Hoydal 1991) og ‘Vitjan’ (Annfinnur í Skála 2011).



Í føroysku bókaúrvalsnevndini sita Malan Marnersdóttir, Guðrun Gaard og Bergur D. Hansen.

Millum gestirnar, tá bókamessan í Göteborg letur upp, eru eisini forsetin í Norðurlandaráðnum, finski Kimmo Sasi, norska Merethe Lindstrøm, sum í ár fær norðurlendsku bókmentavirðislønina og Maria Källsson, sum stendur fyri bókamessuni í Göteborg. Finnlandssvenski rithøvundurin og programmleiðarin Mark Levengood skipar fyri sjálvum tiltakinum, tá latið verður upp.