Skip to main content

Dylan Dagur í Dag

Bob Dylan fær frælsisheiðursløn frá Obama forseta í mai í ár

- Never trust a man with two names, segði Francis Ford Coppola í eini samrøðu við eitt filmsblað, ikki sørt speiandi.
Robert Allen Zimmerman var kristna navn Bob Dylans, sum sambært Wikipedia eisini er kendur sum Elston Gunnn, Blind Boy Grunt, Bob Landy, Robert Milkwood Thomas, Tedham Porterhouse, Lucky/Boo Wilbury, Jack Frost og Sergei Petrov.
Hetta er ikki bara eitt navn ella ein maður, hetta er ein legenda, ein varði, sum sagnir ganga um.
 
Eisini á føroyskum verða sangir hansara endurgivnir, til dømis á single plátuni Fylking neyðug/Kapitalurin (1973) og fleiri eru teir yrkjarar, sangarar og rokkbólkar, sum bekenna seg sum Dylanistar. Nýggjastu og yngstu, eg havi varnast við einum góðum broddi av Dylan, vóru gøtumenninir Boys in a Band.
Hálva øld eftir at hann gav út fyrstu LP plátuna, Bob Dylan (1962), er hann størri enn nakrantíð. 71 ára gamal gevur hann út Tempest í Evropa í dag og í USA í morgin ellinta september. Útgáva Dylans nummar fimmogtredivu.

Samanberingina við Shakespeare, ið kallaði seinasta leikin við sama navni, vil hann ikki hoyra. Hvør skal siga, eg gevist ikki so.
Ummælini eru tey bestu nakrantíð og fleiri halda hetta vera besta útgávan hjá Dylan. Amerikanska tónleikatíðarritið Rolling Stone gevur útgavuni fult stigatal, meðan bretska avísin The Guardian er eitt vet varnari. So fegin eri eg ikki. Hægri enn John Wesley Harding og Blonde on Blonde ber snøgt sagt ikki til at koma, haldi eg altso. Tónleikur og fatan av Dylan og hansara umhvørvi er ein subjektiv uppliving, sum altíð er til forhandling við samtíð, skaldskap og tónlistarlig frásagnarsnildi. Men hasar báðar LP pláturnar standa enn órørdar av øllum øðrum. Men at Tempest er best útgáva í eitt tíggjuáraskeið ella so, tað kann saktans vera.

Men samdur eri eg við flestu ummælarum, at hóast góð í allar mátar, so er hetta ein av døkkastu útgávum Dylans. Tað avdúkar ein gjøgnumlurting á Spotify í dag, nú øll útgávan er til skjals. Svenska Aftonbladet skrivar eisini, at "Dylan hade egentligen tänkt spela in en religiöst färgad skiva men låtskrivandet drog åt ett annat håll. Så i stället blev det ett noir-album, som växlar mellan fullvuxna relationsdramer och hårdkokta thrillers där blodet flyter."

Mest spennandi haldi eg skillingsvísuna um undirgangin umborða á Titanic vera. Tað er tittulsangurin, Tempest, ið varir samfullar fjúrtan minuttir. Sum at hoyra Hjalmar og Huldu í gomlu kvøðuljómunum. Haldi hon vardi seytjan minuttir. Long and Wasted Years er eisini ein fínur Dylansangur. Men á savninum Tempest eru eisini fleiri aðrar vísur, allar heimaspunnar, sum eins og titulsangurin eru um undirgang, morð og deyða, til dømis um John Lennon í Roll on John, ið er eins smakkleys og heitið bendir á. Bílig Beatlesrím. Tað kundi Dylan gjørt betri eftir so mong ár. Tann reini undirgangur á Tempest, ið sum útgáva tó verður viðmæld uppá tað heitasta.

Lurta eftir Tempest á Spotify.