Skip to main content

Ferðafólk


Sumrarnar síggja vit javnan ferðafólk á sjógvi og landi. Førini kunnu vera ymisk í sniði og skapi, men tættast og flest eru tey á hásumri, síðst í juni, allan juli og kanska nakað út í august, um sama mundið sum skúlarnir hava summarfrí. Kann eisini henda at seglbátar, ið leggja nógv fyri, koma higar um miðjan mai, ávegis til Íslands og heilt til Grønlands. Mest umrødda far í hesum døgum er fjúrtan metrar langi tveymastraði pólski seglbáturin Rzeszowiak, sum kom í havsneyð á Føroya Banka. Her liggur hann við einari mastur, hin aftara er brotin, ytst úti undir Bakka í Havn. Tað fløðir og innanfyri liggur ein annar bátur við tveimum mastrum. So kunnu vit samanbera og síggja skaðan, pólski báturin fekk í ringa veðrinum, sum MRCC støðin lýsir soleiðis undir yvirskriftini SAR operation:

On the 4th of September 2012 at 0638 UTC a Cospas Sarsat signal was received from the Polish Sailing vessel Rzeszowiak / Call Sign SPG 2941. The position given was 61 25.1 N, 009 41.9 W, which is some 80 nm SW of the Faroe Islands. There was a NW-ly storm in the area, wind appr. 30 - 35 m/s, and rough seas with waves up to 10 - 12 m.



Nýggja reportasjumkamera, Canon 60D, kom væl við og eg haldi tað stóð sína roynd í regninum. Her sæst ovast nærmynd av brotnaðu afturmastrini á pólska seglbátinum Rzeszowiak. Masturin datt oman yvir ein av manningini, sum doyði. Tey vóru tíggju fólk við bátinum, sum var á rundferð í Norðuratlantshavi. Í juli var báturin í Reykjavík, síðani í Grønlandi og seinnu helvt av august steðgaði báturin, sum var á heimleið, í Dalvík í Íslandi. Nógv fólk, eisini í bili, nýttu høvi at síggja bátin úti undir Bakka.


Onnur før, sum síggjast kring landið hesa ársins tíð, eru húsvognar av tí gamla hernaðarliga slagnum, sum tekur seg fram alla staðni. Alt í einum, bilur og bústaður. Hesin høgi og vælútgjørdi bilur er úr Sveis. Við tveimum súkklum á afturfallinum koyra tey runt landið, rætt sum snigilin, sum í ævintýrunum ber húsið á rygginum. Ein snildur máti at ferðast, vil ein ikki draga kampingvognin aftaná sær. Hinvegin kann kampingvornurin ikki setast eftir, skalt tú sneisaørindi inn í býin. Alt er í einum.