Skip to main content

Flaggfrøðingar



- Vit eru Føroya fremstu flaggfrøðingar, síðani havnarmenn og ikki minst B36'arar, siga teir báðir javnaldrarnir Halgeir í Dali, til vinstru, og Birgar Johannessen, til høgru, á Vaglinum í morgun.

Halgeir er føddur 6. januar 1946. Hann er útbúgvin bygningsmálari í 1965 og fór tá at arbeiða hjá málarameistara í Havn. Frá 1969 til 2003 var hann í Málingahandlinum/Litaval, sum júst í hesum døgum hevur 50 ár á baki. Í 2003 varð Halgeir settur í starv í umsiting Løgtingsins sum húsavørður og er sostatt fremsti politiski flagghaldari, sum hann skemtandi sigur frammanfyri Tinghúsinum á Vaglinum í morgun.
Birgar er føddur 16. juli 1946. - Eg gekk fýra ár í kommunuskúlanum og hálvt ár hjá Betty Arge, sigur Birgar og sigur frá starvsleiðini, sum byrjaði í 1957 í turkihúsinum hjá Carl á Lag yvir við Strond.

- Vit lossaðu trolarar við saltfiski. Tóku lastalúkurnar av, tað var altíð fylt upp undir lúkurnar, og so arbeiddu vit smádreingir, einir fýra fimm, okkum niður í kjølin og koyrdu alt í strákurvar, sum lastbilar koyrdu í turkihúsið hjá Carl á Lag yviri við Strond. Og so varð tað Bacalao, har vit skrædlaðu minkaskinn. Eftir hetta bleiv eg ørindadrongur hjá Brockie úti í Tinganesi í 1960, tá eg fekk lykilin til Stokkastovuna. Tann lykilin fekk eg aftur, nú eg meiri enn 50 ár seinni gjørdist flaggvørur hjá løgmansskrivstovuni úti í Tingenesi. Annars havi eg arbeitt sum sjálvlærdur bókhaldari í eini 40 ár, sigur Birgar og nevnir arbeiðsgevararnar Havnar Timburhandil, Emil Juul Thomsen og Smyril Line.

- Nú fáist eg mest við bøkur, sigur ein lítillátin Birgar. Og tað hevur borið ávøkst, bókavirksemið. Fyrst varð han kosin ársins borgari av felagsskapinum Lions í 2009 og seinni sama ár fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Úr grundgevingini kunnu vit sitera hesi gullkorn:
Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skalfest. Við verkinum "Havnin - fólk og yrki" hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av.

Her kann lesast um Flagglógina, sum teir báðir javnaldrarnir, Halgeir og Birgar, umsita so fyrimyndarliga.