1.9.12

Frá útgjaldsskipan til kraftdepil



Fyrsti stjórin í Arbeiðsloysisskipanini, Tórgerð Nielsen, og núverandi stjórin, Ernst Jacobsen, møttust fríggjadagin í Norðurlandahúsinum at hátíðarhalda tjúgu ára dagin hjá Arbeiðsloysisskipanin. Fyrrapartin vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið vara av skipanini, boðin við og seinrapartin var almenningurin, sum fær ágóðan av tænastuni, boðin við.



Núverandi stýrisformaður Alfred Petersen var sum altíð í góðum lag, ikki minst tá hann hitti fyrrverandi forkvinnuna Karin Kjølbro.


Søguligar myndir úr okkara egnu samtíð stóðu stillar eina løtu meðan Ingeborg Vinther og Tórgerð Nielsen gingu framvið, og skiftu orð um samfelagsligu viðurskiftini fyri tjúgu árum síðani. Tey skakandi viðurskifti, sum í turrum tølum á talgilda veggin vórðu lýst soleiðis:




Meðan Ingeborg øll árini hevur verið stýrislimur, umboðandi privatar arbeiðstakarar, hevur Kartni Ravnsfjall verið umboð fyri almennu arbeiðstakararnar.


Høgni í Stórustovu er hugskotsríki leiðarin á Tænastudeildini og Birita Hansen er skrivari og samskipari á Arbeiðsloysisskipanini.



Undir heitinum Frá útgjaldsskipan til kraftdepil varð søgan hjá skipanini lýst í fjøltáttaðum framløgum fyrrapartin, frá tí skemtiliga til tað turrisliga, men altíð við einum menniskjansligum andlitið, ikki minst íkastið hjá Jan Willemoes, ið var ein happening á staðnum, sum á einfaldan hátt lýsti týdningin av at hava eitt arbeiði, og at hvør dagur í arbeiðsloysi minkar um títt kollektiva lívsvirði. Og so brúkti hann so púra tíðarvilsta tøkni, eina uppvørpu við glarum og tusji, sum stóð í praktfullari andsøgn til glitrandi tøknina og risamyndirnar hjá Bárði Eklund á stóra løriftinum.


Eina løtu helt eg, at ein yvirskrift sum Successøgur og sjónligheit hevði givið degnum enn størri meining og rættvísi. Tað var eftir at tiltøk, sum at manna Norrønu, tendra kvøldljósið í skúlanum í Søldarfirði og at fáa jarðber at vaksa í Sandavági, høvdu verið løgd fram. Í kaffisteðginum varð borðreitt við leskiligum føroyskum jarðberum, sum ídnar arbeiðshendur høvdu alt. Hetta gevur meining at seta tennirnar í, kosta, hvat tað kosta vil.


Og so fekk eg fyrsta stjóran, Torgerð, og núverandi stjóran, Ernst, at stilla upp til myndatøku, ikki minst tí at eg hevði keypt mær eina nýggja ljóssterka 50mm linsu, sum nú skuldi standa sína roynd. Jú, eftir eitt sindur av venjing er hon ikki so galin, nýggja linsan. Hvat heldur tú?