25.9.12

Göteborg


Tað regnar í Göteborg og klokkan er útvið fýra, nú eg eri frammi og síggi niður yvir Liseberg. Við pyamasrutuni í morgun fór eg úr Havn og var á flogvøllinum til morgunkaffi klokkan hálvgum átta. Tað mundi eg fingið skeivt í hálsin, morgunkaffið, tá eg sá tilboðshillina í Vágum frammfyri morgunborðinum. Heimsins seinastu sannleiksvitni, Se & Hør, hava í Svøríki og Danmark valt at prenta loynimyndir av naknu Kate Middleton og bretska William prinsi. Guð forbarmi seg. Norðurlendska blaðmannayrkið er ikki longur til morgunmatarborðið.


Umborð á Atlantsflogi er hægri journalistikkur í umfari, tá eg lesi Niclas Johannessen, sum ovurfegin og tendraður sum eitt snarljós fortelur um, tá hann í tveir tímar hitti Guðrið Højgaard, nýggja stjóran á Ferðaráðnum. Úr tekstinum sprettir greitt eina nýggj ferðavinnuframtíð fyri Føroyar. Livst, so spyrst.


Tendraður av hesum floygdu orðum í blaðnum hjá Atlantsflogi, steðgi eg við eina nýggja matstovu mitt í tollfríu gongini í Kastrup. Her borðreiðir Adam Aamann við smyrjibreyði og ongum øðrum. Gamaldags og tó nýuppfunnið, danskt og tó altjóða, einfalt og tó samansett. Sjálvt tey hjá Michelin mæla ferðafólki til at smakka breyðið hjá Adami, tá tey eru í Danmark. Og her er hann, Adam við breyði.



Í bíðihøllini hitti eg stórsmílandi Siv Fridleifsdóttir úr íslendska Framsóknarflokkinum. Hon er saman við Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Høgna Joensen av Løgtingsskrivstovuni. Tey skulu eisini til Göteborg, har umframt bókamessu og annað mangt, eisini norðurlendskur fundur er í trivnaðarnevndini, har Siv er forkvinna.


Men hví er hon so fegin? Jú, 50 ára gamla Siv hevur júst gjørt av at fara úr politikki. Í tíðindaskrivi í gjár boðaði hon íslendingum frá, at eftir nærum tríatí ár í politikki, stillar hon ikki upp í apríl, tá val verður aftur í Íslandi. Siv hevur í fleiri førum verði ráðharri í íslendsku stjórnini. Myndina niðanfyri tók eg fyri tíggju árum síðani, tá vatnorkuútbyggingini á Eysturlandinum var í hæddini. Tá var Siv ráðharri í umhvørvis- og orkumálum.


Á flogvøllinum Landvetter sýnir Volvo fram nýggjar bilar, hóast einki gongst hjá Volvo. Lokala avísin, Göteborg Posten, skrivar, at verður nøkur framgongd hjá Volvo, so verður hon ikki her í býnum, men heldur í Gent í Hollandi og næsta ár kanska í Kina. Soleiðis fer verðin við øllum. Eisini Volvo. Fyri ikki um at tala Saab, sum vit einki skulu siga um á hesum sinni.


Men tað eru ikki bilar, ið eru míni ørindini her í býnum. Tey eru fyrst ein fundur fyri ritstjórar, sum vara av fakbókum, og síðani árliga bókamessan, Bok- och Biblioteksmässan, har fjúrtan føroyskar bøkur verða lagdar fram í enskum og týskum tekstbrotum, teirra millum Havið (Bogi Hansen 2000) og Føroya Náttúra (Magnus Gaard, ritstjóri 2006), sum Nám hevur givið út.


Hinar føroysku bøkurnar, sum bæði verða sýndar fram her í býnum og á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober, eru Brahmadellarnir (Jóanes Nielsen 2011), Bræddur firvaldur (Tóroddur Poulsen 2011), Deydningar dansa á sandi (Jógvan Isaksen 2011), Flata Kaninin (Bárður Oskarsson 2011), Hin føroyski róðrarbáturin (Andras Mortensen 2000), Í morgin er aftur ein dagur (Oddvør Johansen 1999), Ó-, søgur um djevulskap (Carl Jóhan Jensen 2005), Pílagrímar (Hanus Kamban 2001), Skrímslahæddir (Rakel Helmsdal FO, Kalle Güettler SE og Áslaug Jónsdóttir ÍS 2011), Tema við slankum (Sólrun Michelsen 2007), Undir suðurstjørnum (Gunnar Hoydal 1991) og Vitjan (Annfinnur í Skála 2011). Í føroysku úrvalsnevndini eru Malan Marnersdóttir, Guðrun Gaard og Bergur D. Hansen. Nú eru tveir dagar til bókmessan byrjar, sum skeltið við Jan Guillou niðanfyri sigur. Hitin er tólv og klokkan er 15:52.