Skip to main content

Little Boxes


Í dag lat Guðrið Poulsen, keramikari, upp framsýningina Little Boxes við nýggjum leirlistaverkum í matstovuni hjá Dugna á Hjalla í Havn. - Heitið er úr sanginum hjá Malvinu Reynolds frá 1962 og so eri eg eisini avvarandi, sigur Guðrið og greiðir frá, hví hon akkurát hevur biðið um júst hesi høli til hesa framsýningina. - Eg eri stak vælnøgd við bæði rúm og ljós til tílíka framsýning, sigur Guðrið, sum í 25 ár hevur rikið verkstaðin Leirlist í Varðagøtu 1 í Havn.


- Uttan at taka støðu til ljótt ella pent, eru hetta byggilistarligar hugleiðingar, ið til dømis taka støði í stilladsunum uttan um Ebenezer og øðrum bygningum, tá teir verða umvældir og málaðir, ofast í mai mánað. Og so er tað spennið millum tað veika og sterka. Leirverkini eru í byrjanini lin og veik, men tá tey so eru glaseraði og brend, eru tey so sterk, at fólk kunnu sita á teimum, sum fotomyndin á vegginum niðanfyri vísir.


Verkini snúgva seg um rúm, lutfall, kropp og keramikk. Um rúm, ein ikki sleppur inn í, rúm sum ørkymla og um forlátin rúm. Um longsulin eftir at koma inn í rúm, sum onkursvegna geva skjól, sum tó, um man sleppur inn, ikki geva nakra serliga lívd, ella verju, sigur Guðrið.


Framsýningin er eisini um sjálvur at vera ein partur av eini konstruktión, sum ein kanska klárar at halda uppi, kanska ikki. Um mótsetningsfylta longsulin og tørvin hjá menniskjanum at fáa skjól og samstundis varðveita seg sjálvan, sigur Guðrið Poulsen um framsýningina Little Boxes.



Framsýningin er opin gerandisdagar kl 11:30-16:00 til og við 5. oktober og verkini eru til sølu.


Deildarleiðari við ábyrgd fyri Verkskúlanum í Havn, er Hedvig Jóhansdóttir, sum hyggur oman yvir ljósu hølini á Hjalla.


Endamálið hjá Dugna er at styrkja um arbeiðsførleikar við mennandi arbeiðsvirksemi og útbúgving.  Eindirnar hjá Dugna eru umframt Verkskúlan í Havn, Skúlin við Áir, Kaffibarrin á Vaglinum Tinghúsið á Hjalla og Endurnýtslan á Kambsdali.