Skip to main content

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin


Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini, bjóðaði vælkomin, tá Tórshavnar kommuna í dag handaði Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í Müllers Pakkhúsi eftir hesi skrá:


Vísusangarin Kári P, ella Kári Leivsson, sum sjálvur fekk Mentanarvirðisløn M. A Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1995 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2010, legði fyri við at syngja tveir sangir og aftur tveir, tá tiltakið endaði ein tíma seinni.



Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2012 verður latin Jóanesi Nielsen fyri skaldsøguna Brahmadellarnir frá 2011. Brahmadellarnir er ein postmodernað søgulig skaldsøga við nútíðini sum rammu. Gjølligt søguligt grundarlag gevur nútíðini kjølfestu. Tíð og rúm, veruleiki og fiktión, sjálvævisøga og tjóðarsøga eru fínliga vovin saman til eina avbjóðandi lesiuppliving, har kausaliteturin ikki fylgir tí skilvísi, vit eru von við. Á løttum, einskildum máli fær Jóanes lýst torskilda mannalyndið, eisini har tað víkur frá. Mannalagnur, sum eru fyri sosialum, samfelagsligum og kynsligum ágangi og vanbýti, verða lýstar bersøgið og rátt, men við listfrøðiligum snildum, sum geva skaldsøguni listaliga dygd. Søguliga skaldsøgan hevur í Brahmadellunum fingið nýggjan ham, har søgan skapar ta listfrøðiligu útsøgnina.


Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður latin Eivindi Weyhe. Bøkurnar, sum hann hevur lagt úr hondum, eru framúr úrslit av nærlagdari gransking og tilfar til víðari gransking.
Í bókini Hentzasavn hevur Eivind á filologiskan hátt greitt til prentingar fyrstu kvæðini, sum Jóhannes í Króki skrivaði upp í 1819. Sama arbeiðslag eyðkennir Í miðjum grasgarði við kvæðum úr Suðuroy. Í heildarverkinum Eivindaródn eru mál- og navnafrøðiligar greinir og aðrar greinir eftir Eivind um kvæði savnaðar. Hesar tríggjar útgávur eru úrslit av tí málvísindaliga arbeiðslag, ið eyðkennir alt, ið Eivind hevur avrikað til fragd og lærdóm hjá okkum lesarum.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2012 verður latin Jens-Kjeld Jensen. Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. Hann kemur javnan við ávaringum, tá ið okkurt djóra- ella plantuslag ella náttúran í síni heild er hótt.


Barnamentanarheiðurslønin 2012 verður latin Hjørdis Johansen. Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan Hjørdis Johansen er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki. Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leiklistagreinina fródliga og forvitnisliga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragdliga lyndi hevur Hjørdis Johansen givið listaverkstaðnum sín serkenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima. Úr heimliga søgu- og sagnarvarða okkara hevur listakvinnan lagt doyin á at geva siðsøgugoymsluni ans. Sangbæru og beinraknu barnasangirnar við Hjørdis og gentunum minnast vit sum nakað heilt serligt,  teir eru lívsseigir og hoyrast javnan sungnir í skúlum og barnagørðum.


So var at tosa við fólk, heilsa uppá og ynskja til lukku í hesum praktfullu hølum við Havnarvág, har mastrar síggjast í hvørjum vindeyga og loftið minnir okkum á eina fortíð við salti og fiski.