Skip to main content

Morgunsól í september



Eftir grimdarregn, storm og ódn, har alt skuldi surrast fast og grøna havaborðið vendast, sum sæst á myndini omanfyri, so vaknaði Havnin í morgun við sól av bláum himni. Einaferð vórðu Føroyar marknaðarførdar í Danmark undir heitinum Vejrgudernes tumleplads. Og tað er ikki av leið at skýra Føroyar so. Bert løgið at allir heimsins veðurfrøðingar, kropp á kroppi, ikki allir samlir eru fluttir higar og stórtrívast. Her manglar ein, ella tveir íverksetarar. Men ímeðan vit bíða eftir at veðrið verður føroyskt verkevni, kunnu vit njóta morgunsólina í september eina løtu. Myndin omanfyri, har grøna havaborðið er stormtryggjað og enn liggur á høvdinum, er tikin við iPhone. Myndirnar niðanfyri eru tiknar við Canon 50mm. Til ber at klikkja á myndirnar og fáa tær størri.


Eftir at hava bjargað fólkunum av pólska seglbátinum Rzeszowiak, sum kom í havsneyð, tá masturin brotnaði í illveðrinum, leggur Brimil at við Eystaru bryggju. Sjúkrabilurin stendur á bryggjuni, útvarpsbilurin eisini. Neyvan eru tað sólskinsboð, sum øll fara at bera av seglbátinum. Myndin er tikin ovast í Skansabrekkuni, og svinga við myndatólinum inneftir móti Kongabrúnni, so sær Havnin soleiðis út í morgunsólini í september. Enjoy this Indian Summer in Tórshavn!