Skip to main content

Seinasta søgan úr Göteborg


Í dag var dagurin, tá Jóanes Nielsen skuldi lesa og práta á norðurlendska pallinum undir heitinum Färöarna genom två århundraden. Vertur, ella moderator, var svenska Bodil Tingsby, sum væluppløgd legði fyri við setninginum úr skaldsøguni Brahmadellarnir: "Det kom ein soldat frå Hordaland til Tórshavn i 1837. Det fekk fatale følger." Prátið teirra millum var livandi og passionerað. Fólk sótu í øllum stólum, sum vóru settir fram og tey, sum gingu framvið steðgaðu, hugtikin. Væleydnað tiltak, sum vendi sær til áhoyraran.



Norski Lars Moa var eisini við á pallinum. Hann hevur týtt Jóanes til nýnorskt, eins og hann hevur týtt nógvan annan føroyskan tekst í sama mál. Lars greiddi frá, hvussu hann hevði lært seg føroyskt og um týðingararbeiðið, ið hann segði verða sum einki, sammett við trupulleikarnar at fáa týðingarnar givnar út í Noregi. Har í landinum eru nógvar forðingar og tvørleikar, innan týdda skaldsøgan kemur í handlarnar og til lesaran. Í Noregi verða tvey mál brúkt, nýnorskt og bókmál. Hóast málini eru javntsett eru tað 85%, ið nýta bókmál.


Forlagið Torgard seldi donsku týðingina á føroyska básinum, sum var við síðuna av norðurlendska pallinum. Hugin Eide heldur upp bøkurnar hjá Jóanesi Nielsen og Marjun Syderbø Kjelnes og er í troyggju við Stóraskrímsli og Lítlaskrímsli. Og so sprakk hann yvir til svenska básin við altjóða yrkingasøvnunum, at siga teimum frá um føroyskar yrkjarar og fáa tey at selja Jóanes, Tórodd og Carli.


Eftir Jóanes Nielsen steig danska Hanne-Vibeke Holst á norðurlendska pallin. Hon er journalistur og høvundur, sum er aktuell á norskum og svenskum við bokini Undskyldningen. Hanne-Vibeke Holst er produktiv og prátingarsom sum fáur, kanska eingin. Kend er hon eisini fyri at siga frá um lívið í politikki í skaldsøgunum Kronprinsessen, Kongemordet og Dronningeofret, sum allar eru gjørdar til film. Marianne Rundström, sum er journalistur í svenska sjónvarpinum, var vertur meðan danski høvundurin og metseljarin tosaði og tosaði fyri hópin av fólki.


Eftir streymandi flosklarnar hjá Hanne-Vibeke Holst, hoyrdi eg íslendska Einar Már Guðmundsson, sum í ár fær Svenska Akademiens nordiska pris. Hóast Einar Már kom fram við tveimum yrkingasøvnum, Sendisveinninn er einmana og Er nokkur í kórónafötum hér inni, í 1980, er hann kendur sum skaldsøguhøvundur, eitt nú Alheimsins Einglar, sum hann fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 1995. Í 2009 skrivaði hann Hvíta bókina um fíggjarkreppuna í Íslandi. Tað var sami svenski sjónvarpsjournalistur, Marianne Rundström, sum tosaði við Einar Már. Og var danska Hanne-Vibeke orðarík, so var íslendski Einar Már tað ikki minni. Og tað slítur, at hoyra ein rithøvund tosa upp í saman um lívsins stórmál, politikk og fíggjarsnildi. Eg haldi ikki at tað er petti stuttligt og enn minni hugvekjandi. Rithøvundar skulu skriva og lata poppstjørnur vera poppstjørnur.


Miðeystur fyllir nógv í almenna norðurlendska kjakinum. Meðan Ísrael fyllir mest í Føroyum, tykist øvut í Noregi og Svøríki. Tað er, sum um samhugurin er størstur við fólkinum í Palestina. Onkuntíð verður sagt at ganga frá Peri til Pól. Í dag bar til at ganga frá Emmaus til Gaza. Og tað var ikki ein langur vegur hjá teimum, sum her gingu Emmausvegin. Tey vóru á sama bási, felagsskapirnir Emmaus og Gaza.



Altjóða fólkarørslan Ship to Gaza er virkin í Svøríki, har endamálsorðingin ljóðar soleiðis:
Ship to Gaza är ett initiativ för praktisk solidaritet med Gazas befolkning. Så snart det är ekonomiskt och praktiskt möjligt avser vi sända ett fartyg med efterfrågade förnödenheter från Skandinavien via hamnar i Europa och Medelhavet till Gaza. I de hamnstäder som besöks arrangeras kulturella och opinionsbildande evenemang i samverkan med lokala organisationer. I Gaza administreras biståndsmottagandet av partipolitiskt oberoende organisationer.
Tað var franski presturin Abbé Pierre, sum stovnaði samhugafelagsskapin Emmaus í 1949. Í Svøríki eru sjey deildir í altjóða felagssakpinum, Emmaus International, sum bleiv til í 1971. Tey selja brúkt klæði og lutir, sum fíggja virksemið, m.a. Ship to Gaza. Í einum grannabási á bókamessuni selja tveir svenskir tannáringar, sum báðir eru úr Palestina, fløgg, turrikløð og aðrar lutir, sum vísa heimstaðin og lovaða landið.


Hava tey í Palestina nógv uppá hjartað, so hevur kolumbiska Íngrid Betancourt tað ikki minni. Í eini trappu stendur hon beint fyri mær, hevur akkurát greitt frá um hálvtsjeynda ár sum fangi og gíðsli hjá FARC í frumskógini. Lívverjar standa uttan um hana, meðan hon smílandi steðgar at skriva navn og heilsanir í nýkomnu svensku bókina Även tystnaden har ett slut, sum hon kendi seg noydda at skriva eftir skakandi hendingina:

Jag var fastkedjad runt halsen vid ett träd, fråntagen all frihet, friheten att röra sig, att sitta ner, att resa sig upp; friheten att prata eller att tiga; friheten att dricka eller att äta; till och med det mest grundläggande, att värna sina kroppsliga behov. Jag blev – efter alla år – medveten om att man likväl bevarar det allra mest värdefulla, friheten som ingen någonsin kan ta ifrån en: friheten att bestämma vem man vill vara.
Mikael Ringlander, sum í svensku kirkjuni stendur fyri verkætlanini Se Människan, hevur boðið Íngrid Betancourt higar.


Og næsta kvinnan, sum stendur fyri linsuni, er danska Suzanne Brøgger. Hábærslig og vælklødd, sum ein drotning av eini aðrari planet, fer hon á norðurlendska pallin at lesa og greiða frá um egnan skaldskap, við støði í evnunum kærleiki og samliv í nútíðar samfelagnum.


Oddvør Johansen er komin á føroyska básin og ger seg til reiðar at lesa upp og greiða frá um egnan skaldskap á norðurlendska pallinum í Göteborg.


Ein finlandssvenskur journalistur, Sofie Furu frá sendingini Horisont, vil hitta Marjuna Syderbø Kjelnæs. Hon er hugtikin av Marjunsa skaldskapi og vil hoyra um hennara bakgrund og hví og hvussu hon valdi at blíva rithøvundur.


Írskir høvundar í hópatali eru á bókamessuni í Göteborg. Teirra millum er Sebastian Barry, sum vælupplagdur er á pallinum saman við landsmonnunum Kevin Barry og Paul Murray, ið allir eru framúr forteljarar og viðmerkjarar. Enn einaferð má eg sanna at fótbóltur gongur undan øllum kunnleika um Føroyar. Sebastian Barry veit alt um írska landsliðsvenjaran, sum fyrr var í Føroyum, og um føroyska landsliðið í fótbólti. Heilsa í Føroyum sigur hann!


Seinasta søgan av bókamessuni í Göteborg er kynspolitisk og ein roynd at lýsa framfýsnu kvinnurnar og afturhaldssinnaðu menninar. Myndirnar eru tiknar av sama staði. Á eina básinum hevur kvinnuligi sjónvarpsverturin boðið krimihøvundanum Anna Jansson, sum er úr Visby á Gotlandi, at siga frá um krimisøgur. Eins og Marjun er Anna upprunaliga sjúkrasystir. Á næsta bási eru tveir menn, sum mynda Gustav Fröding felagið. Annar situr uppgevandi, hond upp undir kinn, og hin stendur í klæðum, sum er hann komin úr einum Sherlock Holmes ævintýri úr eini aðrari tíð. Hesar báðar myndir fari eg at lata standa sum seinastu ímyndir av flashy framfýsni hjá kvinnum og einum turrisliga uppgevandi Uriasposti hjá monnum í fjarlegd.