Skip to main content

Tá tindar slættast


Nú tveir metrar manglaðu av Slættaratindi og ferðamannaskipið Jewels of the Sea rendi í SEV-kaðalin um Leirvíksfjørð, kunnu vit gita, at havið er tveir metar hægri enn allar mátingar og forskriftir siga. Hvussu er og ikki, sum sæst omanfyri, so er nýggja Føroyakortið hjá Føroya Dátusavni straks rættað og Slættaratindur lækkaður við tveimum metrum til 880. Soleiðis fara árini við øllum. Antin slítist og mjølvast grótið, ella eru tað veðurlagsbroytingar, ið elva til so mikið av flóð, at stytri er niðan á tindarnar og skipini flóta hægri. Alt bendir á at vit mugu gera okkum út til at liva í einum støðugt meira broytiligum heimi.