Skip to main content

Hvør er besti filmur?


Teir fimm biograffilmarnir, ið dystast um at verða bestir í Norðurlondum, eru valdir. Besti filmurin fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina 2012 afturvið 350.000 donskum krónum í Helsingfors 31. oktober í ár. Tað eru dómsnevndir í øllum Norðurlondum, tó ikki Føroyum og teim sjálvstýrandi økjunum, ið hava valt filmarnar.


Filmarnir eru Kovasikajuttu (Finnland), sum er um punkorkestrið Pertti Kurikan nimipäivät, har rørslutarnað spæla á ljóðførini. Altjóða filmsplakatin fyri finska filmin sæst ovast. Hinir filmarnir eru En kongelig affære (Danmark), omanfyri, sum Havnar Bio hevur vist fyrr í ár, Á annan veg (Ísland), niðanfyri, The Orheim Company (Noreg) og Play (Svøríki) longur niðri í hesum bloggi.


Treylarar og brellbitar úr øllum fimm norðurlendsku filmunum síggjast her.

Í Finnlandi verða allir fimm filmarnir vístir í døgunum 20.-30. september. Líknandi skipanir eru í hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum, men ikki í sjálvstýrandi økjunum. Havnar Bio fer tó seinni í ár at vísa tveir spennandi nýggjar danskar filmar, Den skaldede frisør hjá Susanne Bier og Marie Krøyer hjá Bille August.


Vinnarafilmurin verður kunngjørdur um miðjan oktober og virðislønin verður handað í sambandi við ársfundin, sum Norðurlandaráðið heldur í Helsingfors mikudagin 31. oktober 2012.


- Hetta er níggjunda ferðin at vit lata virðislønina og tað er gleðiligt at síggja at vit enn einaferð hava eydnast at fáa eitt startfelt, sum eru fimm sera ólíkir filmar, sum eru á høgum listarligum og altjóða støði. Hvørt ár verða gjørdir nýggir filmar, sum, hóast norðurlendska máløkið er lítið, eru eyðkendir, bæði her og úti í heimi, sigur Hanne Palmqvist, stjóri í Nordisk Film- & Tv-fond, ið umsitur virðislønina, sum Norðurlandaráðið fíggjar.

Vinnarar higartil:

2011: Svinalängorna (Svøríki), Pernilla August
2010: Submarino (Danmark), Thomas Vinterberg
2009: Antichrist (Danmark), Lars von Trier
2008: Du levande (Svøríki), Roy Andersson
2007: Kunsten at græde i kor (Danmark), Peter Schønau Fog
2006: Zozo (Svøríki), Josef Fares
2005: Drabet (Danmark), Per Fly
2002: Mies vailla menneisyyttä (Maðurin uttan minni, Finnland), Aki Kaurismäki