Skip to main content

Altjóða yrkingadagur


Í dag er altjóða yrkingadagur. Omanfyri er mín afturvendandi yndisyrking, ótýdd, stutt og kontant. Henrik Nordbrandt eigur hana og hon er úr savninum Håndens skælven i november (1986).

Oddfríður Marni Rasmussen sigur á heimasíðuni hjá Vencili í dag, at "tá ið tú lesur eina yrking, og hon letur seg upp sum ein margháttlig blóma fyri eygunum á tær, tá er tú komin inn í títt djúpasta stað, og tað er har, tú lærir hvør, tú er."

Niðanfyri er mítt egna útkast til altjóða yrkingadagin Vektloysi, við tannlæknarokning, dagfest 12. juli 2012. Klikk á myndina so sæst teksturin. Góðan yrkingadag.