Skip to main content

Listasambandið gevur ljóð




LISA, Listafólkasamband Føroya, er flutt í nýggj høli á Lützenstrøð 4, har fyrrverandi Føroya Skúlabókagrunnur, núverandi Nám, var fyrr.

LISA er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum, sum varð stovnað í 1982 til tess at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi, og at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna og í triðja lagi at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga. Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi. LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerråd og í European Council og Artists.

Ovasti mynduleiki í LISA er umboðsráðið, sum hvørt limafelag velur eitt umboð til. Umboðini verða vald á aðalfundi í feløgunum. Dagligu fyrisitingina hevur starvsnevndin, sum verður vald á aðalfundi úr umboðsráðnum. Í starvsnevndini sita trý fólk og teirra arbeiði er at skipa fyri dagliga virkseminum í LISA. Tað umfatar millum annað samskifti við limir og felagsskapir og at virka fyri samstarvi við mynduleikar og limafeløg. Vit kunnu til dømis nevna at LISA velur tveir limir í nevndina fyri Mentanargrunni Landsins og fýra limir í nevndina, sum mælir til, hvør skal fáa Mentanarvirðisløn Landsins. LISA hevur eisini neyvt samstarv við allar mentunarstovnar í landinum. LISA hevur skyldu til at hava eyguni við lóggávu, sum serliga hevur við viðurskifti hjá listafólkum at gera og at ráðgeva lóggevarunum á hesum øki. LISA fær stuðul frá Mentamálaráðnum til skrivaran, sum hevur dagliga virksemi um hond.
Nevndin í LISA er Guðrið Poulsen, Bárður í Baiansstovu og Ólavur Jakobsen, sum er formaður.

Í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag sigur LISA soleiðis:

Politisk stýring av mentan og list?

Listafólkasamband Føroya (LISA) mótmælir harðliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum, um at skerja Mentanargrunnin við 20 % í 2013. Umframt at aðrar játtanir verða niðurlagaðar innan útinnandi mentan, so sum tónleik. Mentunargrunnurin virkar innan teir lógarkarmar og ta játtan sum Løgtingið hevur givið. Nevndin í Mentanargrunninum er óheft og tekur avgerðir uttan politisk atlit, tá ið hon játtar pening.

Hetta hevur virkað sera væl og er Mentanargrunnurin ein sólskinssøga í so máta, bæði mentanarpolitiskt og demokratiskt, har ið armslongdarprinsippið hevur virkað til fulnar. Stórt arbeiði hevur verið lagt í at menna og endurskipa Mentanargrunnin, við tí fyri eyga, at fáa alt játtanarøkið innan mentan og list enn meira óheft av politisku skipanini og styrkja umsitingina av grunninum, so at landsstýrismaðurin og hansara starvsfólk, ikki vóru sett at taka dagar ímillum – niður í minsta smálut, hvar íløgur í list og mentan skulu gerast.

Ikki er longur síðan enn í mars mánaða, tá umboð fyri LISA á fundi við mentamálaráðharran, fingu at vita, at nú var nærum komið undir land við hesum arbeiði. Onkrir smáir snøklar vóru eftir, men vónandi kom lógin til politiska, og harvið almenna viðgerð í ár. Tað næsta vit frætta er, at mentamálaráðharrin skerjir Mentanargrunnin við 20%, játtanina til tónleik, sang og føroyskan dans við 24%. Uttan nakra sum helst hoyring, kunning ella viðgerð, verður skorið inn á bein á mentanar- og listaøkinum.

Við hesari skerjing hevur mentamálaráðharrin ikki bert skorið í einari játtan, ið er alt ov lítil frammanundan, men hevur samstundis givið eitt ófrættakent politiskt signal. Hetta kemur ikki undir sparing, men er ein beinleiðis politiskt útmelding um, at landsstýrismaðurin sjálvur vil fara niður í smálutir um hvørjar verkætlanir skulu fremjast.

Listafólkasamband Føroya er púra greitt yvir, at til tíðir skal sparast. Men hetta átakið er ikki sparing, men skerjing, har ið ein sera vælvirkandi, óheftur stovnur sum Mentanargrunnurin og starvsøkið hjá hesum, verður lagdur undir landstýrismannin í mentamálum.

Hetta er beinleiðis stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag.

Vegna LISA (LISTAFÓLKASAMBAND FØROYA)

Ólavur Jakobsen, formaður