Skip to main content

Mikhail Sjisjkin í Havn


Mikhail Sjisjkin á Hotel Føroyum í ljósinum av russiskt-føroysku álinju orðabókini hjá Sprotanum, sum Johnny Thomsen hevur gjørt. Ru-Fø stendur á pannuni. Tað er sjaldan, at heilt víðagitnir høvundar vitja Føroyar, men í kvøld var ein av teimum mest umrøddu russisku høvundunum í løtuni, Mikhail Sjisjkin, í Havn og signeraði bøkur.


Mikhail Sjisjkin er føddur í Moskva 1961 og býr í Kleinlützel í Sveis. Hann skrivar mest á russiskum og gevur bøkurnar út í Russlandi. Við skaldsøgunum Vzjatie Izmaila (Tøkan av Izmail) (2000) og Venerin volos (Venushárið) (2005), hevur hann vunnið sær eitt navn sum ein tann fremsti nútíðarhøvundur í Russlandi við skaldsøgum, har hendingar og tíð verða tvinnaðar saman í einari djúptøknari uppreking av mannalívinum og mannalagnum. Í 2011 fekk hann fyri aðru ferð ta størstu russisku bókmentaheiðurslønina Ta stóru bókina fyri júst hesa nýtýddu føroysku útgávuna, Brævabókin, sum á upprunamálinum eitir Pis'movnik. Mikhail Sjisjkin skrivar eisini essay á týskum, til dømis Montreux-Missolunghi-Astapowo: Auf den Spuren von Byron und Tolstoj (2002). Fleiri av skaldsøgunum er framførdar á sjónleikarapalli í Russlandi.


Skaldsøgan Brævabókin, sum fyrstu ferð varð prentað í 2010 og kom út í bók í 2011, er við fyrsta eygnakast at síggja til ein rættiliga einføld søga um Hana og Hann, sum Sasjenku og Volodenka, eitt brævaskifti millum tvey ungfólk. Men lesarin fær helst skjótt varhuga av, at hetta er fløktari enn so, at brævaskiftið eins og er ævigt millum tvey elskandi ungfólk. Hvørji eru tey? Hvørjum skriva tey brøv? Men lívið er ikki ævigt. Tó at brævaskiftið fer út um lívsins og deyðans mørk, er spurningurin eftir: hvør er deyðin?


Tað er virkna og livandi forlagið Sprotin og Hotel Føroyar, ið á henda hátt seta russiskt á skránna, og geva okkum ein forkunnugan møguleika at kaga inn í ein heim, flestu okkara púrt einki vita um. Eftir hesi slóð ber til at hoyra Mikhail Sjisjkin lesa á russiskum úr Brævabókini. Eftir hesi slóð ber til at lesa eina enska samrøðu við høvundan, The best kept secret in Russia.


Jonhard Mikkelsen, sum stjórnar Sprotanum sigur, at høvundurin, Mikhail Sjisjkin, helt tað vera so sjáldsamt, at verkið kom út á føroyskum, at hann tók sær tríggjar dagar í Føroyum millum framløgur, viðtal, fyrilestrar og skeið í Berlin, London, Moskva, Tokyo og New York. Sjónleikarin Páll Danielsen læs brot úr nýtýddu Brævabókini.


Skráin var tó nógv meira umfatandi enn so. Fyrst varð boðið vælkomið og so spældu Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen russisk tónleikastykki, millum hvørja framløgu. Fyrsta framløgan var við Mikhail Sjisjkin sjálvum, sum greiddi frá um aktuella bókaverkið og sínum skaldskapi annars. Ein sera livandi framløga um ein rithøvunda mitt millum orð og deyða, sum Johnny Thomsen, niðanfyri, flutti í livandi føroyskt mál.


Johnny Thomsen greiddi síðani frá týðingini og eisini frá hinari bókini, ið eisini varð løgd fram, Meistaran og Margarita eftir Mikhail Bulgakov. Eftir tónleik, var nýggja russisk-føroyska álinju orðabókin latin upp, og Johnny greiddi eisini frá tí arbeiðinum. Orðabókin, ið hevur útvið 60.000 leitorð, verður tøk um tvær vikur. Eftir tónleik bjóðaði Hotellið kaffi og høvið var at keypa bøkurnar og fáa tær signeraðar. Hópur av fólki nýtti høvið at hitta høvundan og týðaran. Eitt sjáldsama væleydnað bókmentakvøld.