10.10.12

Múrverk í samskifti


Hetta uppslag sæst við Múrin, okkara mætasta fornminni, sum teksturin sigur. Uppslagið hevur staðið í nøkur ár og ofta havi eg staðið framman fyri talvuni og greitt ferðafólki frá, tí tey skilja ikki, hvat talvan sigur. Heldur ikki á teirra móðurmáli, enskum. Og so sigur talvan slettis ikki, hvussu gamal Múrurin er, sum er fremsti og oftast einasti spurningur hjá ferðafólkum. Tá havi eg ordiliga hug at taka reyða lærarapennin fram, sum var tað próvtøka í samskifti við Múrin. Støðumetið hevði verið stak ivasamt, kanska ikki staðið. Tí hvat sigur trímælti teksturin um okkara mætasta fornminni? Í besta føri sigur teksturin okkurt um klandruta føroyska málsviðgerð, sum aldri eigur at koma út um skrivstovudyrnar hjá málsviðgerðanum. Nýggi stjórin á Ferðaráðnum segði sum tað fyrsta, at nú var nóg mikið tosað og putlað við talvur og toilett kring landið. Eg haldi ikki. Her skal ein samskiftisfyritøka setast á málið - beinanvegin. Tí, sum teksturin sigur: hetta er okkara mætasta fornminni. Og fakfólk eru nú einaferð fakfólk.