Skip to main content

Nordisman livir, ella?



Í drúgva tíð havi eg hildið, at nordisman, fólksligi norrøni tankin, sum tók seg upp í Skandinavia eftir fyrra verðaldarbardaga og Føroyum í 1951, var deyður og farin eins og sildin, vinabýir og Nordek. Men so er ikki. Í dag skrivar Morten Hjortshøj í Politiken at íslendska troyggjan, sum føroyingar binda til eina danska sjónvarpsrøð, Forbrydelsen, verður stolin í Noregi. Hurrá! Norðurlond hava aftur funnið nakað at savnast um. Ein tulkingarfelagsskap. Danski journalisturin skrivar soleiðis í dagsins avís: "Den er varm, praktisk og i typisk skandinavisk design. Den hvide islændersweater, som vicekriminalkommissær Sarah Lund har udødeliggjort i succes-tvserien 'Forbrydelsen', hitter øjensynligt ligeså stort som serien selv. I hvert fald overstrømmes internettet med opskrifter på strikken med de brune stjerner - særligt i Norge, hvor tredje sæson af serien netop har fået premiere." Enn havi eg ikki havt bindindi at hyggja eftir nøkrum heilum parti í sjónvarpsrøðini, sum eg fati sum eina endaleysa spurnarkapping, har kappingin verður brúkt sum vegurin í einum road movie. Eins og vegurin er sjálvt málið í einum road movie, tykist whodonnit spurningurin vera einasta málið í Forbrydelsen. Avbjóðingin er aldri at koma á mál. Hvat heldur tú, sum hevur sæð allar partarnar?