Skip to main content

One way...


Tað gongur ein veg, sum henda pútan minti meg á í Brønshøj í morgun. Summartíðin er av og vetrarklokkan sett í gildi. At vinna á myrkrinum, taka vit ein ljósan summartíma innaftur, so leingi tað varar. Eitt spæl fyri gallarínum. Og tað gera vit hesa vikuna. Spæla fyri gallarínum. Mikudagin er Halloween, tá vit minnast Hollywood, hósdagin er Allahalganadagur, tá vit minnast tey sjólatnu, og fríggjadagin er allasálannadagur, tá vit minnast øll hini. Hesir báðir seinnu dagarnir er gamlir í álmanakkanum. Hóast øll tey vit minnast, fara sama lívfrøðiliga veg, so heldur onkur at tað bara gongur skeivan veg við okkara mentan og siðum nú árið er farið at halla. Halloween ella ikki, meðan sálir reika í (ó)huganum hjá fólki, so vísir náttúran í øllum hennara greiddleika, hvønn veg tað ber. Ein veg. Her er tað blóðreyða kanadiska ahorntræið, ið letur bløðin fella.


Hesa ársins tíð síggja vit eisini at súrepli hava so snildan íbornan eginleika, at tey sleppa trænum og falla til jarðar. Fýra sløg av súreplum eru í garðinum, her er tað Ingrid Marie, sum boðar frá at hon er klár at koyra í kompottin ella at eta sum hon er. Myndirnar eru tiknar í Brønshøj í morgun.