18.10.12

Stanley syngur Janus í oktober


Stanley Samuelsen arbeiðir við nýggjari fløgu, har hann burturav ger løg til yrkingar hjá Janusi Djurhuus. Konan, Merete Messmann, upplýsir at lidna fløgan kemur til várs, helst í mars.

Í løtuni syngja og spæla Stanley Samuelsen og Marco Santini á tónleikastevnuni TAI-AS Festival í Litava. Men á YouTube hoyrist longu ein lovandi forsmakkur. Tað er døkka oktoberheilsanin, Oktobir, sum Janus Djurhuus fyrstu fer setti á prent í Tingakrossi 9. oktober 1912. Nýggja upptøkan hjá Stanley við oktobermyndum er ein demo, ella brellbiti, úr spennandi várfløguni, sum eg gleði meg til.

Oktobir

Einsligt og kalt og nátt og gráur Oktobir,
fjart hoyrist flog av flytifugli, ið boð ber,
at um kærleik og sang og sól, tá ið valdar Oktobir,
eingin vón, einki hop er.

Minkandi máni í skýdrátti vóð,
øtlandi hav og suffandi flóð.
Skelva um verøld tey mollstemtu ljóð,
valdar gráur Oktobir -
um sang og sól einki hop er.

Uttan frændur og heim, uttan land, uttan gud,
fell mær glerrunnin blóma, ivin, í lut,
hennar fræstund er í Oktobir,
tá um vetur og frost einans hop er.

3. september 2010 tók eg myndina, sum sæst niðanfyri, har Stanley syngur saman við texasbúgvanum Dickie Lee Erwin. Millum áhoyrarnar á Irish Pub eru fleiri úr Samuelsen familjuni.