Skip to main content

Tólv fyri Føroyar


Tina Adele Hoff, 30, fekk støðumetið 12 fyri søgufrøðiliga ritgerð, sum danska forlagið Tusculanum í farnu viku legði fram í bók á messu í Göteborg við heitinum Danmark og Færøerne. En historisk undersøgelse af udviklingen i relationen mellem Danmark og Færøerne 1850-2010.

- Eg havi skrivað ritgerðina og nú eisini bókina, tí eg haldi at tørvur er á at varpa ljós á donsk-føroysku viðurskiftini. Tey hava drúgva søgu og hava havt og hava enn stóran týdning í lógum og skipanum og sjálvsfatanani. Tí haldi eg at viðurskiftini hava uppiborðið størri uppmerksemi enn vit higartil hava sæð - í hvussu er í Danmark. Tað sigur Tina Adele Hoff í samrøðu í dag.

Tina er cand. mag. í søgu frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn 2002-2008. Høvuðsevnið er donsk mentanarsøga, við denti á viðurskiftini millum Danmark og fyrrverandi hjálondini handan hav og í Norðuratlantshavi. Í 2007 var hon ein mánað á Landsskjalasavninum.

Í ritgerðini kannaði Tina, hvussu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru broytt í 150 ár. M.a. gjørdi hon eitt spurnarblað, sum varð latið danskarum og føroyingum, til tess at fáa innlit í, hvussu íbúgvar nú á døgum fata hvør annan.

Í stórari grein á síðu 4 í nýggjastu Weekendavisen er samrøða við Tinu um bókina. Yvirskriftin sigur alt: Thorshavn er en by i Rusland. Havnin stava á retro-donskum við h. Danskir miðnámsnæmingar hava ikki ánilsi av, hvar Havnin, Føroyar ella nakað føroyskt er. Hetta stendur í greiðari andsøgn til serliga tað, ið danskir politikarar siga um sterka og neyðuga ríkisfelagsskapin. Aldurin ger helst munin og sigur kanska samstundis, at tankar um eitt savnað ríki eru innantómir politiskir flosklar, ið hoyra til eina farna tíð.

Tina heldur at ein loysn er at seta ríkisfelagsskapin á tímatalvuna og í lærubøkurnar hjá miðnámsskúlanæmingum í Danmark. Skal hesin ríkisfelagsskapur, ið politikarar umrøða sum sterkur og neyðugur, gerast veruleiki, so skal hann takast upp í undirvísingini. Men kanska er tað longu ov seint at bøta um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Ríkisfelagsskapurin er longu so mikið viknaður, undirgrivin, at danskir næmingar hvørki vita ella læra um, at Danmark er partur av hesum heilt serliga ríkisfelagsskapi, saman við Føroyum og Grønlandi, sigur Tina.

59 næmingar úr Zahles, Ørestad og Odder Gymnasium vóru við í spurnarkanningini.

Tina hevur síðani 2009 verið samskipari í Dansk Blindesamfund.

Um bókina sigur forlagið Tusculanum:

Siden 1387 har Færøerne været en del af det danske rige. Tilknytningen til Danmark har vekslet i styrke, men da det danske rige igennem 1800-tallet blev stærkt reduceret, blev det vigtigt for Danmark at fremstå som et samlet rige. I modsætning til den tidligere danske konglomeratstats ofte uformelleog løse relationer skulle riget derfor knyttes tættere sammen, hvilket affødte diskussioner om Færøernes stilling i riget, som kan spores helt op til vor tid.

I Danmark og Færøerne tegner forfatteren et portræt af de dansk-færøske relationer de seneste ca. 150 år. Med tre nedslag i debatterne, i 1850'erne, 1940'erne og det seneste tiår, beskriver forfatteren de forandringer, relationerne har gennemløbet. Fra diskussionen omkring Færøernes indtræden i den danske Rigsdag i 1850'erne og frem til i dag, hvor politikerne nok hylder det særlige færøske fællesskab, mens de to befolkninger ikke kender noget særligt til hinanden, og der i høj grad mangler en fælles referenceramme.

Det er sandsynligvis for sent at forsøge at skabe et egentligt fællesskab mellem de to lande, men at øge kendskabet til og opmærksomheden på Færøerne må være afgørende, hvis vi stadig skal kunne berettige rigsfællesskabets eksistens. Det er bogens håb at være med til at kaste et nyt og mere tidssvarende lys over og bidrage til en bredere forståelse af den dansk-færøske relations historie og udvikling.