27.10.12

Tórshavn by night

 
Ikki meir enn lendur í Keypmannahavn síggi eg leygardags Politiken, har danska týðingin av ungdómsbókini hjá Marjun Syderbø Kjelnæs, Skriv i sandet, verður ummæld. Og tað er ikki hissini ummæli, tí hon fær næstan fult stigatal, fimm hjørtu av seks, í Politiken. Til lukku, Marjun!

Í summar skrivaði tíðindatænastan hjá Námi soleiðis um Skriva í sandin og aktuellu pensumlistarnar í føroyska skúlaverkinum:

Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001), sum eisini er at finna í tekstsavninum LES 2. Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett til føroysklærugreinina úr savninum hjá Námi hetta skúlaárið. "Skriva í sandin" er sera vælegnað sum bókmentaverk í undirvísing. Evni, viðkomandi hjá næminginum, verða viðgjørd og lýst í viðkomandi nærumhvørvið, nevniliga einum vikuskifti í Havn. Harafturat er "Skriva í sandin" sera viðkomandi greiningarliga. Greiningarhugtøk sum sjónarhorn, frásøgufólk, persóns- og umhvørvislýsing o.s.fr. eru sera sjónlig í tekstunum. Almikið er sostatt hjá næmingunum at arbeiða við í "Skriva í sandin," bæði viðvíkjandi evnisviðgerð og tekstviðgerð.

Tað er forleggjarin Hugin Eide, ið hevur týtt bókina til danskt, Skriv i sandet. Tey bæði, Hugin og Marjun, hitti eg á bókamessu í Gøteborg herfyri.

Her er dagsins ummæli av donsku útgávuni hjá Marjuni í Politiken:

Tórshavn by night

En rigtig ungdomsroman om fest og får. Ungdomsroman. Marjun Syderbø Kjelnæs: Skriv i sandet. Oversat fra færøsk af Hugin Eide. Torgard, 185 sider, 199 kroner. Har du Pluskort, får du 20 pct. rabat på bøger i Boghallen eller fri levering hos Saxo.com. Læs mere på politiken.dk/plus.
     
Marjun Syderbø Kjelnæs fra Færøerne fik (meget fortjent) skolebibliotekarernes Nordisk Børnebogspris for ungdomsromanen ’Skriv i sandet’. Der kommer mange bøger om hammerdruk, fumlende sex og den store ommøblering, som finder sted i de unge år. Denne forfatter fortæller fra en særlig position. De små klippeknolde ude i Atlanten med tåge og får. ’SKRIV I SANDET’ består af ti noveller med ti hovedpersoner, som ikke alle kender hinanden, men får viklet deres skæbner sammen hen over en weekend.

En weekend i Tórshavn.
Der bliver gået til flasken. Og der bliver gået til bønnemøde. Indimellem bliver der kastet op i pandevis. Der er både dødsdrift og vanvid i denne flok ca. 16-årige. Der er ikke meget kærlighed, hverken ude eller hjemme, men de medvirkende bærer for det meste deres skæbner med klippefast ro. Samlingens andet kapitel angiver ligesom spændvidden. Det hedder ’P-piller og fåretalg’. MARJUN Syderbø Kjelnæs fanger tonen af lavmælt desperation. Hun er især god til alt det usagte. Så lader hun også tit en enkelt, lille detalje stå som markør. »Han hev hende let i hestehalen«. Og så går hun videre. Der er alvor og klarhed i disse historier fra udkanten af det danske rige. Det er både velkendt og anderledes. Og som de siger på Amazon: Hvis du kunne lide denne bog, så kan du måske også lide Liva Skogemanns ’17 km syd for Aalborg’, der kom tidligere på året. Det er en samling af ti historier om ti unge på ca. 15 år, der er til fest en lørdag aften…

STEFFEN LARSEN