Skip to main content

Við Henning og teimum í Listaskálanum


Í dag hevði eg tað gleði at ganga gjøgnum Listaskálan saman við Hanusi, Ole Wich, Sanne Storm, Súsonnu Olsen og gestunum Henning Jensen og Solbjørg Højfeldt, sum eru her í sambandi við altjóða sálarfrøðidagin. Ole, ið er formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, greiddi livandi frá um Mikines, Øssur Johannessen, Steffan Danielsen, Ruth Smith og onnur listafólk, sum gjøgnum tíðirnar hava verið marginaliserað í føroyska samfelagnum, oftast av sálarsjúku, men eisini av einum snævurskygdum samfelag, sum í samtíðini ikki hevur skilt teirra myndir, tankar og visjónir. Ole fortaldi serstakliga hugvekjandi um hin unga Mikines, sum valdi at mála heldur enn at syngja. Frammanfyri høvuðsmyndunum hjá Mikines, og undir ógvusligu grindadrápsmyndini frá 1960, fortelur Ole um deyðan í heimbygdini, ið Mikines longu sum smádrongur upplivdi.





Omanfyri eru Súsanna og Henning avmyndaði inni í rúminum við Steffansa málningum. Síðani var ein ljósari partur, leysur av vinklingini um sálarsjúku, har Solbjørg var heilt burtur í Ingálvi og allari hansara myndlist, sum sæst niðanfyri.


Eftir rundvísingina í Listaskálanum fóru vit í bláa konteynaran hjá Tróndi og inn í elsta partina av Skálanum, har Hanni Bjartalíð ger klárt til framsýningina, sum letur upp í morgin.




Uttanfyri tjaldið og bláa ljósið er framsýningin litføgur, so sum vit kenna hin leikandi Hanna. Famsýningin letur upp í morgin, leygardagin 13. oktober kl 14:00 og er opin til 25. november. Upplatingardagin fer Nils Orth, savnsleiðari, at hava samrøðu við listamannin, Hanna Bjartalíð.