19.11.12

Bókadagur sunnudagin


Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir, eisini tá vit vilja senda tær út í heim undir heitinum FarLit, sum Jenny Johannessen, omanfyri, umboðar. Bókadagurin 2012 verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum. Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøluna Rit&Rák er eisini við, og ber tí til at keypa eina ella fleiri føroyskar bøkur.

Barnatímin
Byrjað verður klokkan 14:00, har børnini kunnu hugna sær á gólvinum í Kringluna. Stuttligar og hugkveikjandar myndir úr bókum hjá Bárði Oskarssyni og Edward Fuglø verður vístar á vegginum meðan sagt verður frá søgunum. Børn úr Frískúlanum í Havn fara eisini at syngja nakrir sálmar. Hetta er í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út eina Barnasálmabók. Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum. Dina Gellert, sum hevur myndprýdd, verður við á Bókadegnum. Hóast skráin hereftir kanska ikki er áhugaverd hjá børnunum, verður møguleiki hjá teimum at hugna sær í einum horni við bókum úr Bókadeildini. Tey kunnu eisini tekna, litleggja og gera jólaprýði, meðan tey vaksnu lurta eftir hvat ið annars er á skránni.

Spírandi rithøvundar
Norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður latin fyri fyrstu ferð í 2013. Endamálið er millum annað at styrkja og lyfta barna- og ungdómsbókmentanina í Norðurlondum á hægri støði. Harumframt er ætlanin eisini at elva teimum ungu til at skriva. Tey, ið hava best innlit í og vitan um hvussu tað er at vera ungur í dagsins Norðurlondum, eru júst tey ungu. Rithøvundafelagið hevur tí valt í ár at lata tvey ung fólk trína fram á pall, hóast tey ikki enn hava givið nakað verk út. Tað er okkara vón, at hetta kann vera við til at geva ungum spírandi rithøvundum hug og dirvi til at koma fram við tí teir hava skrivað.

Yrkingar og list
Umleið klokkan 15:45 verður farið í Skálan, har vit hoyra brot úr verkum hjá Tóroddi Poulsen, Katrini Ottarsdóttir og Marjuni Syderbø Kjelnæs, sum sæst niðanfyri saman við Hugin Eide, forleggjara.


Kinna Poulsen fer eisini at hugleiða um “Avbyrgingar” eftir Tóroddi Poulsen, og litografurin, Jan Andersson, fer at greiða frá um spennandi verkætlan hjá Steinprenti. Jan sæst á myndini niðanfyri. Teirra ætlan er at yrkingar og steinprent verða framleidd í tøttum samstarvi millum rithøvund og listafólk, ella av rithøvundanum einsamøllum, so eitt fjølbroytt verk við orðum og myndum kemur burturúr.




Fjølbroytta orðið
Skrivaði orðið kann verða grundarlagið undir nógvum listagreinum. Súsanna Tórgarð hevur nýliga skrivað eitt leikrit, sum eftir ætlanin skal framførast til várs. Vit fara á bókadegnum at fáa ein brellbita av hesum leikinum. Hanus Kamban gav á sínum sjútiáradegi út antologi undir heitinum “Frammanfyri lógini” og fer hann á bókadegnum at greiða frá og lesa upp brót úr bókini. Hanus er niðanfyri avmyndaður saman við forkvinnuni í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen.


Nýggja krimisøgan hjá Jógvan Isaksen hevur heitið "Tann fimti maðurin", og høvuðspersónurin eitur William Hammer. Rithøvundurin fer á bókadegnum at geva okkum eitt lítið innlit í, hvat henda søgan snýr seg um. Skrivaða orðið verður eisini til sang, og júst í hesum døgum kemur nýggj fløgu við yrkingum hjá Poul F. á marknaðinum. Tað er sjálvsagt Hanus G. Johansen, sum sæst á myndini niðanfyri, ið stendur fyri hesum verki. Hóast langa røð av útgávukonsertum kring landið, hevur hann givið sær stundir til at syngja og spæla fyri okkum á bókadegnum.



Føroysk bókmentan út í heim
Seinasta evnið á skránni er pallborð, har kjakast verður um evnið: “Føroysk bókmentan út í heim”. Spyrjast kann, um vit yvirhøvur skulu út í heim og hví? Hvussu eru umstøðurnar sum er, at fáa føroyskar bókmentir út í heim? Hvat skal til, um tað skal bera til? At stýra kjakinum, hava vit fingið Jógvan Arge, sum er formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Kommunu. Við borðið sita: Jenny Johannessen, samskipari hjá FarLit , Hugin Eide, stjóri fyri forlagið Torgarð, Guðrun Gaard, forkvinna í nevndini, sum viðger umsóknir um norðurlendskan týðarastuðul og Jógvan Isaksen, rithøvundur og lektor við Københavns Universitet.Tað er okkara vón, at bókadagurin verður ein spennandi og hugkveikjandi dagur, til gagns fyri føroyskar bókmentir og fyri Føroya fólk, sigur Rithøvundafelag Føroya í limabrævi. Nevndin í Rithøvundafelagnum er Helle Thede Johansen, forkvinna, Janus á Húsagarði, næstformaður, Agnar Artúvertin, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur. Á myndini niðast síggjast Hugin Eide, forleggjari og týðari, Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri og nú rithøvundur, á bókastevnu í Gøteborg.