Skip to main content

Filmur í Lübeck


Í norðurtýska hansabýnum Lübeck skipa tey í hesum døgum fyri norðurlendskari filmsstevnu, Nordische Filmtage. Tað hava tey gjørt í 54 ár. Tilsamans 149 norðurlendskir filmar verða sýndir hesar dagar, spælifilmar, heimildarfilmar og stuttfilmar. Programmleiðari er Linde Frölich, sum danski verturin, Steen Bille, tosar við.


Fleiri dómsnevndir við fólkum úr miðlum og filmfakligum umhvørvi eru á filmstevnuni at taka dagar ímillum teir mongu filmarnar, sum verða sýndir til sunnudagin.


Eftir hátíðarligu setanina, sum tó kennist heimlig, verður norski filmurin Kon-Tiki (Rønning, Sandberg 2012) sýndur innbodnum áskoðarum. Høvuðsleiklutin sum Thor Heyerdahl hevur Pål Sverre Valheim Hagen (f.1980), sum vit kenna úr Buzz Aldrin, sum varð tikin í Føroyum. Hann vildi hava at vita, um vit høvdu funnið olju. Sjálvur er hann úr Stavanger, norska oljubýnum.


Eftir sýningina vóru høvuðsleikararnir í Kon-Tiki bodnir upp á pallin at fáa rósur og siga nøkur orð um filmsætlanina, sum er risastór og hevur drigið fleiri enn 800.000 norðmenn í biografin higartil í ár. Hóast filmurin er stórur og vakur, so lýsir hann eina ferða á flaka í meir enn hundrað dagar. Og tá er tað sum tá skotsku Del Amitri syngja Nothing ever happens. Tað er ikki so spennandi. Hinvegin ber til at siga sum týska Sandra, at hetta er ein kvinnufilmur burturav, við fimm meir enn hálvnaknum attraktivum monnum undir opnum himni í meir enn hundrað dagar. Við somu leikarum er filmurin gjørdur bæði í eini norskari og eini enskari versjón.

Sakaris nýtti høvið at heilsa uppá Linde Frölich, sum stjórnar søguríku filmsstevnuni og sum eisini er í dómsnevdnini, tá føroyska virðislønin, Geytin, skal latast besta stuttfilmi í Norðurlandahúsinum 11. desember í ár.

Umframt forvitnisligan og nýggjan film eru eisini spennandi fólk at hitta á norðurlendsku filmsstevnuni í  Lübeck, teirra millum danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg (f.1931). Hann er 80 ára gamal og hevur ongan trupulleika at ferðast við toki og ferju til norðurtýska býin. Tað er annars krevjandi, tí trappurnar eru nógvar og brættar, tá tú skalt úr tokinum umborð á ferjuni.


Og niðanfyri er útsýnið av hotellkamarinum. Kirkja og sól á heysti.