Skip to main content

Frídagur í Keypmannahavn


So er seinasta vika av summarferiuni í ár. Hana fari eg at brúka í Keypmannahavn og Týsklandi. Meir um tað seinni. Møti Jógvani á Oyrasundi og vit fara út til systrina, Elisabeth, í Brønshøj og gera pannukøkur. Sum forrætt hava vit etið reyðrøtur við gularótum, súreplum, leyki, skýr og lime. Høvuðsrætturin er frikadellur úr høsnarunga og omaná ger Sigurd ársins fyrsta glas við heitum gløggi.

Morgunin eftir fer Jógvan fyrst í skúla, KEA, og Elisabeth og eg fara at vitjað hina ungu Camillu Tuborgh, sum er journalistur, íverksetari og høvundur at bókini Fri og Rig, sum hon heldur fram fyri okkum á myndini niðanfyri. Saman við mammuni, Helle Tuborgh, rekur hon netfyritøkuna Cahetu, sum úr garsjuni selir spennandi lutir til innrætting, millum annað mjúk íslendsk garvað skinn frá Organic Sheep, sum føroyska Steinvør rekur.


Somu garvaðu skinn frá Steinvør og The Organic Sheep, finna vit í sølubúðini á stóra listasavninum Louisiana í Humlebæk, har vit fyrsta fáa okkum ein góðan bita á grasvøllinum við Oyrasundi í lágari, men støðugt hækkandi sól í baksýni.

Innan vit fara inn at hyggja at tveimum framsýningum, einari við norðurlendskum arkitekturi, New Nordic og einari vit sjálvsmyndum, Selvportræt, síggja vit eitt óviljað listaverk frá Kræftens Bekæmpelse longu á parkeringsplassinum í sambandi við moustache mánaðin november, ella movember.


Við høvuðsinngongdina stendur henda runda standmynd við norðurlendskum byggitilfari, millum betong og timbur.


Rúmliga standmyndin, ið spælir í ljósinum, skal lýsa norðurlendsku arkitektaframsýningina New Nordic, sum aftur verður lýst í stórari og vakrari bók, sum eg straks keypi.


Nú fái eg ein lúnskan paronoia faroensins tanka um at her er eingin føroyingur at finna. Føroyar eru ikki við, eingin skrivar um Føroyar, hvørki flagtekjurnar hjá Clinton, húsini í lendinum hjá Palla Gregoriussen, Mariukirkjuna hjá Árna Winther, býlingarnar hjá Gunnari Hoydal, ella Skúladepilin hjá øllum teim mongu úti í Marknagili. Er tað veruliga tí at vit eru so bundin av politisku afturhaldsskipanini á Føroya løgtingi, at hon á øllum økjum tyngir okkum mentalt, so at alt framtaksvirksemi verður steðgað, so vit føroyingar veruliga verða reyvin á fjórðu divisjón, sum eingin vil flyta heim aftur til, men skýggja fyri tíðir og ævir? Men nú síggi eg Norðurlandahúsið á einum fløtum skermi í norðurlendsku arkitektaframsýningini New Nordic.



Men gakk, her er bara dentur lagdur á norðurlendsku húsini og íslendska arkitektin, Kollbrún Ragnarsdóttir, sum teknaði Norðurlandahúsið saman við norðmanninum Ola Steen. Einki føroyskt annað enn grasið á tekjuni. Men so síggi eg eina røð av kassum, har úrvald norðurlendsk mentafólk sleppa at lýsa teirra heimland við sniðgivnum lutum. Ein kassa í part. Men hon, ið vísir runt og greiðir frá framsýningini, leypir føroyska kassan um. Ikki eitt orð er vert at siga um Guðrun & Guðrun, sum hava sett tvær avhøddaðar Barbie dukkur í vinstra part av einum tómum kassa, við einum ullalagdi um miðjuna og tveimum, trimum noðum, bundnum um miðjuna á Barbie dukkunum. Neyð lærir sannuliga nakna kvinnu at spinna. Hetta var føroyska íkastið í felags norðurlendsku arkitektaframsýningina New Nordic. Pínligt at vera føroyingur í Louisina í dag.


Men tað, sum føroyskir arkitektar, sniðgevarar og mentafólk ikki megna, duga ella tíma at vísa umheiminum, tað fáa vit í ríkiligt mát frá norðurlendsku grannatjóðum okkara, eisini teirri sámisku. Her er tað fyrst ein donsk íbúðarætlan, sum gongur undir heitinum Det hele menneske, ein norsk íbúðaratlan úr Tróndheimi, ein svenskur forskúli í Stockholm og eitt skip av einum skúla í Keypmannahavn. Øll verk seta menniskjað í sentrum, tosa um húsið sum hin triðja lærararn í einum skúla og vilja í hvørjum smáluti skapa trivnað.

 

Vit fara víðari at síggja sjálvsmyndir, fyri tað mesta málningar, sum altjóða kend myndlistafolk hava gjørt, oftast eftir at teir, ja teir í flestu førum menn, eru farnir um tey hálvthundrað. Spenandi at síggja, hvussu listafólkini velja at síggja seg sjálvan eitt ávíst tíðarskeið.


Fyrstur fyri er Picasso (1881-1973) við einari sjálvsmynd frá 1965, sum elvir til nógv kjak framman fyri løriftinum.

Síðani er tað Emil Nolde (1867-1956) og hvussu hann sær seg sjálvan sum myndlistamann, bláoygdur og við eins bláum slipsi.
 
Áhugavert, at flestu myndlistamenn á hesi framsýning, avmynda seg sjálvan um miðan aldur ella eldri. Her eru tað danski J. F Willumsen (1863-1958) og franski Henri Matisse (1869-1954) við løriftið.
 
Mest spennandi helt eg tó bretska David Hockney (f.1937) vera. Hann hevur avmyndað seg sjálvan við livandi arbeiðsborðið. Hóast bretskur er hann eins virkin á amerikanska pop art pallinum. Og beint sum eg fordjúpi meg í Hockney og hinum yngra Marc Quinn (f.1964), sum tekur ein litur av blóði av sær sjálvum árið, og savnar í fimm ár at frysta eina lidna andlitsmynd av sær sjálvum, prikar savnsvøvørurin á ryggin og sigur at her er ikki loyvt at fotografera.
 
 
Hetta er mest spennandi myndlistaframsýning á okkara leiðum beint nú og eg skal viðmæla at síggja hana, eisini lærarar við skúlaflokkum. Við endan á framsýningini spyrja norski Dragset (f.1969) og danski Elmgren (f.1961) um listasavnið er á vippuni, ella vippan er komin á savnið. Stuttligt og við góðum útsýni. 
 
Louisiana er eitt framúr livandi listasavn, har tey altíð hava nýggj tilboð og nýggjar mátar at møta gestum, ella beint fram viðskiftafólki.
 
Síðani eg sá hansara persónligu dagbøkur og hugsanir um list í USA fyri mongum árum síðani, hevur tað altíð verið mær ein fragd at skoða kanadiska Philip Guston (1913-1980). Her er hann í baksýni, meðan italski Alberto Giacometti (1901-1966) sæst frammfyri við tveimum standmyndum.
 
Eftir kámt gráa underground Guston, er danski Asger Jorn (1914-1973) sprelskur, livandi og altíð omaná. Anarkistur um ein háls. Tað var hann, sum segði at var nakað mark, so var at fara yvir um tað. Hví skulu vit annars hava mørk? Lívgandi listamaður, sum eingin annar, hóast heitini niðanfyri eru Døddrukne danskere og Ingenting sker frá 1960-62. 
 
So er vitjanin á Louisiana av. Eftir at hava notið lendið, heystsólina og standmyndirnar hjá bretska Henry Moore (1898-1986), koyrdu vit eftir Strandvegnum inn í býin, har el drivnir bilar sýggjast og fáa rúm í gøtumyndini. Á niðastu myndini eru vit uttan fyri Berlingske í Pilestræde.
 
 
Systurin, Elisabeth, skal vitja Boform og eg fái innlit í øll tey bløð, og tær greinar, hon hevur selt til ymsu bløðini nú jól eru í hondum. Og tað er ikki smávegis hesa vikuna. Her eru nakrar av greinum og bløðunum løgd út á italskt toy, sum Christian Lacroix (f.1951) hevur sniðgivið fyri Designers Guild. Bretska merkið Royal Collection setir punktum fyri einum hendingaríkum frídegi í Keypmannahavn.