Skip to main content

Fríggjadagur í Lübeck


Í Lübeck krossast bestu norðurlendsku filmsvegir. Norðurlendska filmsmentanin stendur rættuliga stinn á øllum økjum, frá heimildarfilmum sum Testamentet (Christian Sønderby Jepsen, Danmark 2011) og Palme (Maud Nycander og Kristina Lindstrøm, Svøríki 2012) til spælifilmar sum Jagten (Thomas Vinterberg Danmark 2012) og A lady in Paris, (Ilmar Raag, Estland 2012), sum er úr Estlandi, hevur estiska og franska talu og verður vístur við enskum undirteksti. Og ikki minst nýggi stuttfilmurin Summarnátt (Sakaris Stórá, Føroyar 2012), sum eg fyri fyrstu ferð havi sæð á privatsýning í dag. Og sí, tað var sera gott, sum skrivað stendur. Sandra Anne Jung, á myndini niðanfyri, skipar fyri koyring í Mercedesbilum, atgongumerkjum til biografarnar og vísir okkum á vitjunarverd støð í søguliga býnum. Og tá uppdaga vit at Lübeck er annað enn bara filmur


Lübeck er eitt bland av suðurlendskum og norðurlendskum, russiskum og amerikanskum. Kanska er tað bara so, at allir býir, tú kemur til, er ein samanrenning av teim støðum, tú seinast hevur vitjað og upplivað. Nakað sum fótbóltsliðið, sum altíð má sanna, at einki lið er betur enn seinasti dysturin. Tí kann tað í fremmandum býum stundum kennast sum um her kortini møtast allir træðrir.


Sakaris avmyndaði meg við býargrindina, Das Holstentor, sum ber latínsku áskriftina Concordia domi foris pax, tað er Semja heima, Friður úti.


Her koma vit á tal við eina eldri kvinnu, sum er úti við tveimum vælvandum labrador hundum. Hon sigur frá um hundar, býin og vitjunarverd støð í smáu og trongu gøtunum. Eg síggi meir og meir fyri mær eitt ómissandi myndaevni og spyrji um loyvi at avmynda hana undir býargrindini. Jú, tað er so gamaní.


Vit fylgja ráðunum um smáu handlarnar, hvør við sínum slagi av vøru, frá te, sum smakkar av marsipan, til pylsur í øllum skapi, liti og smakki.


Í Beckergrube fara vit enn einaferð inn á gólvið í grammofonplátuhandlinum hjá WoAnders at hoyra, hvat forkunnugt hann hevur at bjóða í ár. Jú, hann skjýtur upp eina plátu við góðu gomlu rokkarunum Die Toten Hosen, sum verður løgd á klassiska Dual plátuspælaran við Shure nál.


Um hornið er friðarliga tvørgøtan Böttcher Strasse. Har finna vit Seepferdchen, eina perlu, ein tíðarlumma, sum kundi verið tikin beint úr einum Wenders filmi, sum til dømis Paris, Texas ella Der Amerikanische Freund, har tey lokalu leita eftir meining í grannalagnum. Men bíða nú, tey vita alt um føroyskan fótbólt og vilja verða avmyndaði í barrini beint frammaná. Í baksýni til vinstru sæst eitt gamalt radio frá fyrst í 60'unum. Tað ljóðar enn sum fyrsta dagin. Hugfarsligt, mitt í fremmandum býi. Sakaris tekur mittastu myndina. Fakfólk eru nú einaferð fakfólk.

Eg havi sæð nýggja stuttfilmin hjá Sakarisi, Summarnátt, sum verður frumsýndur á Sandi 14. november. Niels Arge Galán hevur gjørt hópin av snøggum flyers, flogseðlum, sum boða frá um filmin, frumsýningina og Facebooksíðuna. Undir einum grønum absinth glasi á Jazzkaféini dygst við biografin, hevur Sakaris funnið eitt nýtt myndaveni. Absinth og flogseðil.

Og enn er bara seinrapartur í Lübeck. Hóast nakað samandrigið, er stilt og turt, og ikki so kalt sum í gjár. Tschüss!