13.11.12

Har er nógv gott í at velja...


Hetta er útsýnið á middegi við rundkoyringina uppi á Hálsi í Havn. Teir tríggir klaksvíkingarnir Jákup, Sonnhard og Jóhan Petur plaga at verða tiknir fram tá val er. Og tað er ikki uttan orsøk. Yvirskriftin er tikin úr sanginum, har teir eisini siga Hugsa teg um, áðrenn tú kross á blað skal festa. Og í dag er nógv at hugsa um. Óteljandi fólk úr kjøti og blóði skulu berjast um tær 35.488 atkvøðurnar, sum eru leysar kring landið. Tá valdysturin er av verða 204 glað fólk eftir. Hóast útjavnandi átøk sum flatskatt og bygdamenning, eru enn flestu atkvøður í Havn, ikki færri enn 11.722. Samstundis er val til skúlastýrini, har tey, sum eiga børn í fólkaskúlanum, kunnu atkvøða. Meðan skúlavalið er púra ósjónligt, so er kommunalpolitiski skeltiskógurin tjúkkur. Men í regninum fram við SMS í dag eru onnur skelti, sum í stødd og boðskapi troðka øll hini av. Mest attraktiva valevnið í handilsgøtuni í Havn er Siri, til vinstru á myndini niðanfyri



Men í grannalagnum hava vit tvær virknar og kreativar kvinnur við politiskum ambisjónum og visjón. Tær eru Sigrún Mohr á lista C og Hallbjørg Lamhauge á lista E.



Umframt í miðlunum hava báðar markerað seg í grannalagnum og gøtumyndini í býnum. Sigrún í einum stuttligum vogni við tunnu aftaná bilinum hjá manninum og Hallbjørg á bussskýlinum í Fútalág. Men rætta fólkaræði sigur, at atkvøðuna, sum sæst í bilspeglinum á myndini niðanfyri, hana eigi eg sjálvur og avgreiði í loyndum í atkvøðubúrinum. Soleiðis er fólkaræði. Men í kvøld møtast vit øll í felag í felagshúsinum í Tórsbyrgi, Orkulonuni, at fylgja við valinum á stórskýggja, so sum seðilin frá húsabólkinum sigur á niðastu myndini. Gott val øll somul!