Skip to main content

Kathrina dugir


Smílandi norska Kathrine Haugen (f.1970) hevur verið gestalærari hjá Sakarisi Stórá, tá hann gekk á filmskúla i Norðurnoregi. - Besti næmingur, eg havi havt, sigur Kathrina og smílist enn meir. Hon hevur útbúgving sum handritahøvundur frá Filmskúlanum í Lillehammer í Noregi. Myndin er tikin í biografinum CineStar í týska býnum Lübeck beint fyri at hon skal vísa einum fullsettum sali nýggja norska ungdómsfilmin Skvis, sum hon hevur leikstjórnað.



Filmurin er framhald av Til siste hinder, sum hon framleiddi og skrivaði, men sum Anders Øvergaard leikstjórnaði. Anders var myndamaður, tá Sakaris gjørdi stuttfilmin Passasjeren. Kathrine upplýsir at báðir spælifilmar eru gjørdir við somu ungu leikarum í Brønnøysund, har 5000 fólk búgva. - Høvdu vit átt alla útgerð og ikki verið bundin av lønaravtalum, so kundi hesin nýggi spælifilmurin, Skvis, helst verið gjørdur fyri 200.000 krónur, sum høvdu verið brúktar til ferðing og gisting. Men vit eru bundin av lønaravtalum, so leikararnir skulu hava 1500 krónur um dagin, og so mugu vit lána ymsa útgerð, og tá liðugt er mugu vit arbeiða við ljóði og litum. Higartil hevur hetta kostað okkum tilsamans 1,6 millión. Skulu vit harafturat rokna okkum sjálvum løn fyri handrit, leikstjórn, framleiðslu og annað professionelt arbeiði, so nærkast vit eini upphædd, sum er fimm milliónir. Men rokningarnar, sum nú liggja á borðinum og skulu gjaldast eru altso 1,6 milliónir. Eftir hetta kunnu vit rokna okkum inntøkur. Filmurin gongur fyri fullum húsum í Brønnøysund og nú ferðist eg kring landið og vísi filmin á skúlum, tí hann er góður til skúlabrúks. Uttan at vaksin blanda seg, viðviðgerð hann evni, sum eru viðkomandi fyri ungdómsskúlan, so sum rúsevni, kynsleiklutir og happing, sigur Kathrine. Sjálvur má eg siga at hetta er besta dømið eg havi sæð, sum í verki kann vísa okkum, hvat kann gerast fyri smáar pengar á smáum støðum, sum tó vilja siga góðar søgur. So góðar, at tær eisini kunnu vísast í útlandinum.