Skip to main content

Løgmaður í klønum tráð


- Hetta er komandi løgmaður, sigur Tóroddur Poulsen turrisliga og peikar á eiturkoppinum í lokkanetinum yvir Føroya løgtingi. Klikk á myndina og tú sært eina grøv á søguliga grasvøllinum. Eingin ivi er um, hvat Tóroddur heldur um politisku leiðsluna, ikki minst førda mentanarpolitikkin, nú Mentanargrunnur Føroya fólks er skerdur við einum fimtingi. Sjónarmiðið í Degi og Viku í gjárkvøldið talaði í somáta fyri seg. Feska prentið byggir á tveir prentsteinar, sum enn eru til skjals, innan teir verða slípaður niður og klárir til onnur grafiskt prent á verkstaðnum. Her sæst Tóroddur við báðum steinunum.



Einki er at taka seg aftur í, at Tóroddur er besta íkast í ársins Myndaódn í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Her er Tóroddur við bókini Avbyrgingar, sum er hundraðsíðuúrslit av samstarvi millum rithøvundan og myndlistamannin sjálvan, Føroyaprent og Steinprent, sum gevur út.


Tað er undir heitinum Myndaódnin, Billedstorm á donskum, at Steinprent hesa ársins tíð sýnir fram stóra og breiða úrvalið av tí, sum er avrikað á verkstaðnum í ár. Hetta er fjórða afturlítandi ársframsýningin av hesum slag í grafiska verkstaðnum, har Jan Andersson og Fríða Matras Brekku standa fyri dagliga virkseminum. Tey bæði síggjast til vinstru á myndini niðanfyri, har Fríða setir ein reyðan prikk fyri eina av hugtakandi seyðamyndunum, hon sjálv hevur gjørt. Á niðaru myndini sæst Fríða framman fyri vegginum við egnu seyðamyndunum, men eisini einstøkum svørt hvítum ungdómsmyndum hjá Øssuri Johannesen.




 
Millum forkunnugu útlendsku nøvnini, sum í ár hava arbeitt á grafiska verkstaðnum, eru danski John Kørner, sum tekur støðu í Havnar kikju, Dómkirkjuni, og summarsligum Vesturhavsmyndum, og hin ikki minni spennandi týski Andreas Schulenburg við flugum og brotnum fløskum, sum kemur aftur higar í mai næsta ár. Schulenburg er eitt navn, sum eg fari at leggja mær í geyma.



Steinprent er ein útferðarstaður hjá leikum og lærdum, ið eg enn sum áður fari at viðmæla. Hetta úrvalið, Myndaódnin 2012, er at síggja fram til 26. januar. Og tað stuttliga við Steinprenti í gjár var Ingi Sørensen, sum hevði snákað sær skallan við indiánarsaksi. Ein hugfarslig lýsing upp móti stranga reyða grafikkinum hjá Onnu Riis Bovbjerg. Jú, Steinprent er altíð ein uppliving, fyri stór og smá.