27.11.12

Orðabókaføroyingar



Vit eru eitt land av væl lærdum og dýrt keyptum føroyingum, sum mest duga at hyggja í handbøkur. Og tær eiga vit nógvar av. Minst tvær av hvørjari. Tvær orðabøkur, tvær sangbøkur, tvær bíbliur. Tvær av øllum. Tá eg gjørdi útvarpssendignar í fyrndini, æt einki human resource. Enn minni var nøkur fólkfeingisstýring, tí eingin visti, hvat fólkfeingi var. Tað vita vit nú, tí vit eiga orðabøkur og handbøkur. Upp í leypar. Men eftir ørstuttari tíð eru øll starvsfólk í heimsins einasta føroyska Kringvarpi kunnað um sína støðu umvegis aðrar miðlar, millum hund og heyk har úti í almenna rúminum. Ivist stórliga, um hetta er framferðarhátturin sambært fólkafeingisstýringshandbókunum. Men kanska tekur tað sína tíð at sodna dýrkepta lærdómin, sum skal tryggja okkara kollektivt uppspardu framtíð, øllum til ljós og vælsignilsi. Men hinvegin. Tað eru eisini tey lærdu, sum siga at endin er nær. Heilt nágreiniliga einogtjúgunda í tólvta, tveytúsund og tólv klokkan tólv tólv. Veit onkur lærdur orðabókaføroyingur, sum hevur blaðað so langt í lívsins bók, at siga um endin veruliga er nær, ella hetta bara er ein Diaspora?