Skip to main content

So er atkvøtt



So havi eg gjørt mína borgarligu skyldu og atkvøtt á valstaðnum, sum í mínum føri er á Hálsi í Havn. Nógvir bilar, men ikki so nógv fólk. Klokkan 14 høvdu 20,6% atkvøtt sigur Útvarpið og tað er nakað meir enn somu tíð tá kommunuval var síðst. Sjónvarpið hevur filmað allan dag, so Hanna Simonsen helt, at tað var einki forgjørt í at eg tók nakrar myndir inni í valhølinum av mínum egna atkvøðuseðili.


Navnalistin yvir øll tey, sum stilla upp til kommunuvalið í Havn er langur og skal faldast fleiri ferðir. Inni í valboksini er blýantur og sjóneyka. Latið tykkum ikki villeiða av mínum peikifinguri. Hann bara leitar.


Og so er at falda atkvøðuseðilin saman aftur og stinga hann í svarta valkassan, har Haraldur Bjørgvin, Tóri í Hoyvík og Rókur Tummasarson halda vakt. Eftir klokkan 22, kanska nærri 23, verður úrslitið úr Havnini greitt.