Skip to main content

Steinbrá


Mikudagin 21. november 2012 var triði ársaðalfundur í felagnum Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá grafiska verkstaðnum Steinprenti. Nevndin varð afturvald. Formaður er Birgir Kruse, skrivari er Bárður Jákupsson og kassameistari er Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen. Eykalimur er Kinna Poulsen og grannskoðarar eru Heri Mørkøre og Kjartan Kristiansen. 156 limir eru í felagnum. Árliga limagjaldið er 500 kr. Fyritøkur og stovnar kunnu eisini verða limir fyri 2000 kr um árið. Fyri limagjaldið ber til at keypa grafiska list í Steinprenti, har Jan Andersson er savnsleiðari. Tað var hann, ið tók myndina omanfyri á fyrsta aðalfundi felagsins. Fyritøkur og stovnar brúka eisini møguleikan av vitja í Steinprenti og at gera serlig prent, eitt nú til jóla. Síðani 1999 hevur Arbeiðsloysisskipanin havt eitt spennandi samstarv við Steinprent.



Fríggjadagin 23. november 2012 kl 16:00 verður árliga Myndaódnin í framsýningarhølunum, har til ber at síggja prent frá árinum, ið nú rennir út. Stórur áhugi er fyri Steinprenti. Barnaútvarpið hevur vitjað á verkstaðnum, sum eisini hevur samstarvað við bókmentanarliga tíðarritið Vencil.

Á árliga Bókadegnum hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum, sunnudagin 25. november 2012, fara savnsleiðarin og Kinna Poulsen at greiða frá um listarligt samstarv á verkstaðnum millum høvundar og myndlistafólk.

Steinprent hevur verið frammi í mentanarsendingum í Danmarks Radio, og grein um grafiska verkstaðin er ávegis í amerikanska tíðarritinum Sculpture Magazine. Í løtuni arbeiðir Tóroddur Poulsen á verkstaðnum og næsta ár kemur týski Andreas Schulenburg higar at arbeiða.

Konta felagsins er í Norðoya Sparikassa 9865-1042496. Teldupostur okkara er: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com.

Væl møtt til Myndaódn fríggjadagin og annars eitt spennandi felag alt árið í kring!

(Úr limabrævi frá nevndini í Steinbrá)