Skip to main content

Stjørnur á Sandi


Stjørnur vórðu tendraðar á Sandi í kvøld. Armgarð Mortensen, 17 ár, og Renata Jensen, 17 ár, í filminum Summarnátt hjá Sakarisi Stórá. Her sita tær báðar á fremstu røð í Listasavninum á Sandi, har nýggi stuttfilmurin varð frumsýndur fyri fullsettari høll.


Innan sýningina helt Sakaris talu og greiddi frá upptøkum í oynni, og hvussu frumsýningin varð rigga til við teldu, uppvørpu og einum ballingaranleggi, hann hevði lænt frá einum vinmanni.


Eftir at leikstjórin hevði greitt frá um film og tøkni, sløkti Súsan í Jákupsstovu, savnsleiðari, ljósið og myndlistasavnið hjá Sofusi skifti ham og bleiv til fólksins biograf mitt í bygdini. Ein hugvekjandi karmur, langt úr Havnini, mitt í viku.



Undirtøkan var so mikið góð, at enn ein sýning varð seinni um kvøldið. Biografurin var improviseraður við einum svørtum tjaldi á niðaru hæddini í Listasavninum, sum Sofus Olsen gav Sandsbygd í 2006. Eftir sýningina var høvi at seta leikstjóranum og teim leikandi spurningar. Eftir stuttligar upplýsingar frá Sakarisi um at leikstjórna yvirhøvur og nøkur prei um næsta stuttfilmin og framhaldandi filmsarbeiði, gav Sakaris høvuðsleikarunum blómutyssi.



Omanfyri sæst Sakaris saman við høvuðsleikarunum í filminum Summarnátt, Armgarð Mortensen og Renata Jensen. Mannligi høvuðsleikarin er Gwenael Akira Helmsdal Carré, sum sæst á loftinum í Listasavninum til vinstru á myndini niðanfyri.


Foreldur hjá leikstjóranum og kvinnuligu høvuðsleikarunum vóru eisini møtt til frumsýningina. Niðanfyri síggja vit Armgarð og pápan Gundur Mortensen, sum er ritstjóri við talgildum tilfari í Námi.


So var høvið at fáa kaffi og køkur, og heilsa uppá fólk, sum hava havt við filmin at gera. Ein teirra er Mikael Blak, sum hevur gjørt tónleikin til filmin. Fleiri høvdu á orði, hvussu væl tónleikurin rakti upptøkurnar og huglagið í filminum. Aftanfyri Mikael sæst Theodor Kapnas, sum hevur blandað ljóðið, sum hann og Sakaris gjørdu, designaðu, til filmin í Studio Bloch.


Virginie Surdej frá Belgia er meistarligi fotografurin í Summarnátt. Hóast hon ikki var til staðar, so kemur hon aftur higar, tá Sakaris fer undir næsta filmin. Virginie, sum er eitt av mongu filmsfólkunum, Sakaris hevur møtt á norska filmskúlanum, hevur fotografera fyri Coldplay. Men heldur enn at arbeiða við stórum rokknøvnum í heimsins metropolum, vil hon koma til Føroya og filma saman við Sakarisi í Sandoynni. Tað dámdi Páll á Reyntúgvu væl at hoyra og teir báðir fingu eitt gott prát um locations, sum tey siga á filmsmáli.


Eisini Anton Petersen, sum í løtuni ger filmin Drongurin og eggið, var møttur til frumsýningina heima á Sandi. Her er hann fangaður í gyltari rammu á loftinum í myndlistasavninum hjá Sofusi.


So skuldu gestir og høvuðsleikarar skriva í gestabókina í gongini. Her eru tær báður, Renata og Armgarð við skrivipultin.


Tá tiltakið var liðugt, handaði Sakaris teimum báðum kvinnuligu høvuðsleikarunum eina persónliga heilsan, skrivað í hond á baksíðuna á teim vøkru flogselunum, flyers, sum Niels Arge Galan hevði gjørt til frumsýningina. Renata lesur ovurglað, meðan Sakaris stendur eitt fet burturfrá. Ein nýggjur filmur er settur í verðina. Skjótt kemur hann til Havnar og seinni fer hann út í heim. Til lukku, Sakaris!