30.11.12

Syng føroyskt!




Í dag var syng føroyskt dagur í Útvarpinum. Í fagra sólskininum á middegi fór eg oman á Kongabrúnna, har eg parkeraði bilin og tók nakrar frostmyndir, innan eg fór niðan á Áarvegin og longur niðan í Havnina


Umhvørvið innast á Eystaruvág er litfagurt og hvønn dag varnast tú nýggjar litir og rørslur. Her er tað guli liturin meðan tveir piltar ganga framvið. Og niðanfyri hómast jólastjørnan hjá Tryggingini á vagni millum reyða stevnið og frysta bryggjukantin.


So niðan eftir Áarvegnum framvið frostklæddu Áarastovubrøðrunum og inn á Kafé Kaspar at eta føroyskt afturvið heimligum útvarpstónleiki. Ein norðuratlantiskan tapas, sum er borðiskur við sild, laksi, turrum fiski, turrari grind, spiki, eplum, skerpikjøti og myrkum og ljósum breyði. 159 krónur og nógmikið til tvey, kanska trý. Ein frálíkur biti, sum eg skal viðmæla, eisini tí at borðiskurin tykist syngja saman við matstovuni, men kanska var tað bara ein tílíkan dag, har øll sungu føroyskt inni hjá Bakar Hansen.




Og nú vit eru í heimliga køkinum, so geri ein avstingara niðan í Rit og Rák, har tey longu hava nýggju Koks-bókina á hillunum.


Koks er ein nýggj bók um matlist, gastronomi, sum tekur støði í arbeiðnum hjá Leif Sørensen í matstovuni Koks á Hotel Føroyum. Í orðum og myndum verða matlistarligu avrikini lýst, árstíðirnar, rávørðurnar og føroyska matmentanin. Bókin er tvímælt, á føroyskum og enskum, við teksti, sum Bent Christensen hevur skrivað og við meistarligum myndum, sum Claes Bech-Poulsen hevur tikið av rættunum hjá Leif Sørensen. Eitt altjóða avrik, sum letur føroysku náttúruna upp fyri ferðandi útlendinginum. Bókin verður løgd fram fyri almenninginum sunnudagin.


Men aftur til Kafe Kaspar. Uttanfyri stóru gluggarnar út móti Áarvegnum ber til at seta barnavognin, so sum fleiri ungar møður hava gjørt hesa vælsignaðu middagsløtu, meðan sólin skínur og útvarpið spælir føroyskt og hin góðlynti Johan úr Æðuvík saltar vegirnir, so løgmaður og onnur, ið hava ørindi út á Tinganes ikki glíða í svarthálkuni.
 

Meðan sólin lækkar fari eg niðan undir Varða, framvið Plantasjuni og húsunum hjá Williami Heinesen og Heðini Brú, til filmsleikstjóran Katrin Ottarsdóttir, sum hevur jólahjallarasølu í barnaheiminum á Varðagøtu 57. Meðan sólin kastar seinastu strálurnar á húsini hjá abbanum í baksýni, vísir hon mær fyrsta yrkingasavnið, hon gevur út, Eru koparrør í himmiríki, sum Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út. 
 
Yrkingarnar hjá Katrini eru alt annað enn jólalesnaður. Hetta eru skakandi reglur úr egnum húsi, har mamman er illi andin, sum vit fingu greiðar ábendingar um í samansettu svørt hvítu stuttfilmunum Lejlighedsminder. Á fyrstu síðu lesa vit um vakra Havan, har alt veksur og maðurin krógvar seg, tí inni í húsinum er útideyðaveður. Men hóttandi endareglan staðfestir turt konstaterandi, at skjótt noyðist hann at fara inn. Hetta er beiskur lesnaður, sum eg fari at goyma, síðu fyri síðu. Men longu nú er greitt, at vórðu fólk firtin um, at Marianna Debes Dahl segði almenninginum frá um privat viðurskifti í endurminningunum Úti á leysum oyggjum (1997), so setir henda bók nýggjan standard, tí hon er so opinskárað, sum eg ikki havi sæð í føroyskari bók áður. Sjálvmorðið luktar/sum bara ein mamma kann lukta verður sagt einastaðni, og heimið er ein heimur av pínu og helviti, og barnið veit, at tað fer ongantíð at blíva betri. Hetta er sterkur kostur, skrivaður og borðreiddur mitt millum okkara. So fari eg niðan til sorgleysa starvsfelagan Pól Jespersen.
 
Ovurfegin leggur hann fram og signerar lívsverkið Rúmdin. Á 342 síðum sigur Pól livandi frá fyribrygdum og søgum í stjørnufrøði, sum var tað ein krimisøga, frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang. Við eyðkenda upplýsingarpenninum, og ikki minst fotomyndum og tekningum, leiðir Pól okkum eftir øllum rókum undir stjørnuhimmalinum seinastu 25 øldirnar ella so. - Betri jólagávu kanst tú ikki keypa tær sjálvum ella onkrum, sum tú unnar eina gávu útum tað vanliga, sigur Halgir Winther Poulsen í ummæli av Rúmdini. Og so fara Kári Árting og eg úr Riti og Ráki norður í Sundalagið, har vit skulu tosa um bøkurnar í lívinum hjá Kára í bleytu stólunum í Sunda Bókasavni, í somu hølum eg leyk realprógv í í 1975.
 
Fanny Kruse úr Skúlastýrinum og Thordis Dahl Hansen, lærari, taka í móti og greiða frá um skúlan og ikki minst væl útgjørda bókasavnið, har tey eisini eiga metsølubókina í øllum heiminum Fifty Shades of Gray. Thordis tekur myndina av Kára Árting og mær í bleytu stólunum frá Dugna, har vit sita og tosa um bøkurnar í lívinum hjá Kára.
 
Fyrsta bókin Kári minnist, er Palo í Grønlandi og eftir at hava nomið við gamlar dreingjabøkur og virksemið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tosa vit um, hvussu bókamarknaðurin sær út fyri jól og læra tann sannleika, at metsølubókin í ár als ikki kom á jólum, og at eitt árið kom metsølubókin á hásumri, tá allir miðlar og fólk vóru í feriu. Bókin livir sítt egna lív í hondum á høvundanum og tí, sum dugir at marknaðarføra. Eisini dvølja vit við teknologisku avbjóðingarnar við e-bókum og teldlum, og virksemið hjá Amazon, Google og Apple fær ikki mjúka viðferð, tí tey als ikki bøta um støðuna hjá høvundum kring heimin. Tað er beint tvørturímóti. Beint nú lesur Kári stóru donsku skaldsøguna Profeterne i Evighedsfjorden eftir Kim Leine, sum danir hava skotið upp at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina. At enda sleppa áhoyrarnir at nema við yndisbókina hjá Kára, sum er 363 ára gomul. Tað er enska útgávan av bókini hjá Lucas Debes Færoæ, & Færoa reserata: That is a description of the islands & inhabitants of Foeroe: being seventeen islands subject to the King of Denmark (London 1676). Hendurnar til vinstru eigir Kári og tær báðar til høgru eigur Dávid Reinert Hansen. So leggur dagur saman hendur, dagurin, tá øll sungu føroyskt og eingin var í hvítum handskum, men søgdu orðini beint fram. Amen.