Skip to main content

Toskur ella Obama?


Morgunin eftir at allur heimurin hevur konstaterað at fyrsti amerikanski litti forsetin, Barack Obama, er valdur aftur, er høvuðssøgan á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya at toskaaling í Hvalba fer á húsagang. Lesið omanfyri. Søgan er løgd út fyri klokkan fimm í gjár. Sku eru tíðindavirði í toski, bæði aldum og hvalbianskum, men eg helt at heimasíðan var triðja beinið, almenni public service miðilin, hin einasti vit eiga, skuldi standa á. Tað stóð í hvussu er í starvslýsingini, tá henda tænasta í fyrndini var leys at søkja. Hetta er ikki nóg gott. So langt í frá. Men eisini á hesum øki er mentanarligi sjálvstýrarin settur til og hvør einstakur føroyingur finnur øll úrslit á netinum frá New York Times ella Huffington Post, ella á CNN og BBC. Allar hesar tænastur eru ókeypis beint í telduna. Kringvarpsgjaldið, sum í hesum føri ikki leverar vøruna, er ikki ókeypis fyri føroyingin. Eg sigi sum óðu blaðstjórarnir á Dimmu og Sosialinum hava sagt so hart og so ofta í seinastuni: føroyska miðlandslagið má endurskoðast.