Skip to main content

Amariel í Leikalund



Leygardagin 8. desember kl 16:00-18:00 hevur Amariel Norðoy (f.1945) fernisering í Leikalund í Klaksvík, har sørvingurin Holgar Jacobsen fer at syngja og spæla gittar.


Amariel, sum er málari og grafikari, er føddur í Klaksvík og er útbúgvin skipasmiðjur. Árini 1977-83 tók hann útbúgving á Det Kongelige Danske Kunstakademi og var á grafiskum skeiði í Finnlandi í 1984. Amariel hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Her heima hevur hann prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Havn og Samuels kirkjuna í Keypmannahavn. Amariel hevur eisini prýtt ymisk tíðarrit og bøkur.


Flestu myndirnar hjá Amariel eru frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður. Afturvendandi myndaevni hjá Amariel Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn. Um hetta evnið, Útróðarabørn, skrivar Bergur Jacobsen, prestur:

“Vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjal Petur, var ein trygd fyri morgindegnum. Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru. Havið gevur og havið tók. Og vit gleddu okkum at fara á støð. Har var hugni og ein farri av veistlu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfylgja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí tað eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur. Vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn.”



Leikalund er opið mánadag til fríggjadag kl 13:00-17:30 og leygardag kl 10:00-13:00. Framsýningin hjá Amariel Norðoy er opin til 15. desember 2015. Myndirnar av væl upplagda Amariel eru tiknar í Gallerie Focus í Lambagerði 1 í Havn mikukvøldið fyri ferniseringina.