23.12.12

Filmur í 2012


Hóast bert fá vistu av tí, var besta hending í føroyska biografmyrkrinum at síggja heimildarfilm, dokumentarfilm, á stóra løriftinum í Havnar Bio. Tá hugsa vit altso ikki um Geytan, men um film, sum gongur í biografinum.

Undir heitinum DOX:BIO varð ljós varpað á nýggjan heimildarfilm í 50 avtalaðum biografum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Í ár var heitið 6 film i virkelighedens tjeneste. Sum í heilt gomlum døgum fekst eitt prentað programm afturvið. Fyrimyndirnar hjá teimum báðum donsku filmskvinnunum, Marlene S. Rasmussen og Josephine Michau, ið reka DOX:BIO, eru Biografklub Danmark, Filmporten, DocHouse í London og altjóða filmklubbin Future Shorts. Hvørt ár verða seks filmar frumsýndir. Sýningarnar eru fyrsta mikudag í hvørjum ólíka mánað. Eingin limaskapur krevst. Hvør sýning er almenn, eins og tá vanligir spælifilmar verða vístir í biografunum hinar dagar í vikuni. Tú skalt bara møta.

Besti biograffilmur eg sá í ár, var fyrsti heimildarfilmur í røðini hjá DOX:BIO í Havnar Bio. Danski Christian S. Jepsen hevur í 2011 fylgt einum veruligum stríði um arv undir heitinum Testamentet. Á plakatini verður spurt: 'Hvem skal arve? Et dansk hollywood-drama fra det mørke Jylland.' Og tað er so satt sum tað er sagt. Hetta er eitt veruligt drama av jútsku heiðini, ið leggur alt úr Hollywood aftur um seg. Shakespeare hevði ikki gjørt tað betur. Veruleikin er nógv sterkari drama enn hin uppspunna søgan, hvussu nógvar intrigur so verða sleptar á pallin at krydda hana.



Næstbesti filmur var Searching for Sugarman (Malik Bendjelloul 2012 ), sum varð sýndur í somu røð í Havnar Bio. Besta við hesum heimildarfilmi var, hvussu væl honum eydnaðist at siga eina alment viðkomandi søgu um tónleik yvirhøvur og so spesifikt um ein ávísan sangara, Rodriguez, sum eg ikki visti var til, og flestu hildu vera deyðan.


Triðbesti filmur var aftur ein heimildarfilmur, Palme (Kristina Lindström og Maud Nycander 2012), sum eg sá í Lübeck. Nakað siðbundin, men ein góð lýsing av, hvat politikkur er, hvussu makt korrumperar sjálvt hin hjartareinasta, í hesum føri Palme, ið bara vil skifta orð, debattera, við alt og øll, serliga gerandis. Tað má enda galið. Styrkin í hesum filmi er ávarðingin um at fara uppí partapolitikk. Í Føroyum fara vit neyvan nakrantíð at hava politikarar av hesum slagi, tí her er politikkurin tað bera hjáputur og reint spekulativt frítíðarítriv, serliga hjá bygdamonnum við kræddaralyndi. Teir eiga allir at síggja henda filmin, mest sum eina ávarðing um yvirhøvur at umhugsa at fara uppí politikk. Svenski filmurin um Palme náddi aldri Havnar Bio, men um jólini fer danska sjónvarpið, DR2, at vísa hann í trimum pørtum. Fyrsti partur verður sýndur jóladag, 25. desember, kl 21:45.


Næsti filmur í røðini hjá DOX:BIO er Expeditionen til verdens ende (Daniel Dencik 2013). Hann verður frumsýndur mikudagin 6. februar 2013. Leikstjórin er útbúgvin klippari á Danska Filmsskúlanum og hann hevur gjørt spennandi filmin umborð á eini trímastraðari skonnart í Landnyrðingsgrønlandi, har listafólk og granskarar eru umborð og leita til heimsins enda, meðan ísurin bráðnar. Frálíkt at heimildarfilmur hevur funnið vegin innar á hvíta løriftið í dagsins biografi, har lítið nýtt av týdningi var at síggja í ár. Hyggja vit at hundrað av bestu filmunum á brúkarastýrdu heimasíðuni Internet Movie Database, so eru bert tveir filmar frá í ár, The Dark Knight Rises (Crhistopher Nolan 2012) á einum 36. plássi og The Hobbit: An Unexpected Journey (Peter Jackson 2012) lata vit sleppa at kaga inn um, tí hann er nummar 101 á listanum. Hóast vit fingu Geytan í skjótt undanfarna árið, so fer hetta árið ikki á nakran hátt í søguna sum eitt stórt ár á okkara leiðum við avmarkaðum sýningarmøguleikum.


Í nýggja árinum gleði eg meg at síggja stóra námsfrøðingin, Steven Spielberg. Hvør lærusetningurin verður hesaferð veit eg ikki, men evnið og heitið er Lincoln, leiktur av Daniel Day-Lewis. Filmurin verður frumsýndur 31. januar og longu 10. januar sýnir Havnar Bio spennandi danska filmin Jagten (Thomas Vinterberg 2012). Norðurlendska filmsskráin heldur fram við norska stórfilminum Kon-Tiki (Joachim Rønning og Espen Sandberg 2012), sum verður sýndur 4. april.

Av øðrum forvitnisligum filmum í nýggja filmsárinum í Havnar Bio tykjast vera teir báðir Jack Reacher (Christopher McQuarrie 2012) og Gangster Squad (Ruben Fleischer 2013). So kemur filmsvísundaligt pliktstoff við Quentin Tarantino, sum 24. januar sigur søguna Django Unchained. So er spurningurin, um Tarantino megnar at loysa seg frá triviella estetiserandi harðskapinum hjá Django og teimum, ella um honum eydnast at finna filmisk frásøgusnildi, sum vit ikki hava sæð fyrr.


21. februar sýnir Havnar Bio Hitchcock (Sacha Gervasi 2012). Leikstjórin, sum er trummusláarin í Bush, sigur eina sjáldsama søgu, har Anthony Hopkins er Alfred Hitchcock og Helen Mirren er konan, Alma Reville, meðan filmurin Psycho verður gjørdur í 1963.

Og tey, sum hava hug at síggja hjartanemandi drama á stóra løriftinum, kunnu bæði síggja Les Miserables sum sangleik og Anna Karenina við Jude Law og Keira Knightley mitt á Vaglinum.

Í Norðurlandahúsinum fara heilt vist eisini at verða filmssýningar við nýggju talgildu útgerðini. Um jólini hevur Runavíkar kommuna eisini sett nýggja talgilda filmsútgerð í Løkshøll. Tey ætla ikki at reka biograf í kapping við Havnar Bio, men útgerðin er hin sama. Alt bendir á at møguleikarnir at síggja film í biografi fara ikki at hvørva her á landi. Og áhugin fyri føroyskum stuttfilmi ger tað ikki verri.

Gleðilig jól og gott nýggjár á filmi og í veruleika!