Skip to main content

Fyrsti desember



So er fyrsti desember. Børnini lata fyrstu lúkuna upp í Útvarpinum og við Kingotónum millum skýggja lata veðurgudar upp fyri ljósi og ælingi, hvørt um annað. Føroyar eru eitt ljósanna paradís. Innan knappan tíma, millum níggju og tíggju í morgun, eru hesar myndir tiknar í Havn. Omanfyri av Kleynisvarða móti Kirkjubøreyni, og niðanfyri hevur ein grannakona snara barnavognin í túninum, so eitt hugfarsligt mynstur sæst í nýfalna kavanum, innan sólin rakar Tórsbyrgi. Millum hjólsporini síggjast smáu fótafetini.


Í einum og sama myndasnari flyti eg frá nýføðingi í vogni til elli á stovni. Í ein beinan norðan sæst niður á tekjurnar á nýbygda Boðanesheiminum.


Jólatræið er komið í Tórsbyrgi og Jens Petur er farin í hjallin eftir sagini, so træið passar niður í jólatræsfótin, sum er eins gamal og býlingurin.


So er at tendra perurnar í reista jólatrænum millum svørtu hjallarnar, og hyggasíggj, nú kom sólin fram og rakti eisini Tórsbyrgi.


Í skiftandi morgunljósinum eru mong myndaevni, men ljósið argar, skiftir og lumpar. Eina løtu her, eina løtu har, og so køvir hann av og alt er drigið fyri. Og so er aftur ljóst og klárt. Sum ein lumpisligur sjónleikur. Her er ein løta av gøtuni millum Tórgarð og Tórsbyrgi klokkan níggju við útsýni móti Glyvursnesi og Borðuni.


Í hesum ljósi er Oyggjarvegurin, beint omanfyri Havnina, altíð ein spennandi staður, heilt nágreiniliga við rulliportrið undir bilasøluni Norðbil. Her plagdu vit at taka náttarmyndir fyrst í sjeytiárunum, flestu við Mamiya og onkur við Yashica. Í dag er tað Canon, men staðurin er hon sami. Æviga Havnin í skiftandi ljósi, innan evarska lítla løtu.


Og nú hann dróg frá og gylta sólin kemur fram, sum Kingo sigur ígjøgnum sortar skýggja, koyri eg í bili stutta teinin niðan á Kleynisvarða, har reiðmenn møtast.


Ferðafólk ganga eftir nýggju gøtuni frá Hotel Føroyum og framvið lítlu viðarlundini í Kerjum við besta útsýni yvir Havnina, í skiftandi ljósi, hesa lítlu løtu millum níggju og tíggju á morgni hin fyrsta desember.