13.12.12

Geytamyndir


Týskvøldið 11. desember tók Høgni Heinesen eina rúgvu av myndum í Norðurlandahúsinum, tá Føroya fyrsta filmsvirðisløn, Geytin, varð handað, eins og Áskoðaravirðislønin hjá Tórshavnar kommunu. Sum sæst omanfyri var fullsett og Høgni hevði eisini gjørt myndina av gylta Geytanum, sum sæst á stóra nýggja løriftinum. Reytt teppi varð lagt á gólvið í gongini, men øll vóru ikki so fegin um at verða avmyndað.


Eisini útlendskir gestir vóru til tiltakið, her síggjast Noemi Ferrer Schwen, altjóða framleiðari, og Steffen Andersen-Møller, økisstjóri. Tey eru bæði frá Dansk Filminstitut og høvdu fyrr um dagin greitt frá um teir møguleikar, sum altíð hava verið millum føroyingar, ið gera film, og tær tænastur, sum danski filmsstovnurin kann veita øllum, tó ikki fígging og peningaligan stuðul, men alt annað.


Millum útlendsku gestirnar var eisini Linde Frölich frá Nordische Filmtage í Lübeck. Hon er við í dómsnevndini, sum letur Geytan og tosar her við Bjørn Kalsø, landstýrismann við mentamálum.


Sakaris tosar við Kirstin Rasmussen, mammu Rasmus, sála, sum Sakris hevur ognað filmin Summarnátt. Familjan hjá Rasmusi hevur sent filmin Sálarsjúka inn til almenna filmskvøldið í Norðurlandahúsinum. Eg vági mær at avdúka, at eg atkvøddi fyri hesum sterka filmi hjá Rasmusi. Á einfaldan hátt vísur persónligi heimildarfilmurin, hvat ein maður og eitt kamera kann siga og vísa. Sterkt.


Jólatræ er í forhøllini í Norðurlandahúsinum og á brúnni standa Jákup Simonsen og Johan Petur Hentze frá Tórshavnar kommunu, sum altíð hevur stuðla filmsgerð hjá Klippfisk í Havn.


Finnur Koba er væl upplagdur vertur við frekkum viðmerkingum, sum fáa salin at flenna í skelliláturi. Øll fáa sítt, landstýrismaður, borgarstjóri og dómsnevndarformaður. Finnur er sjáldsama væl fyrireikaður og dugir at lofta hvørjum orði. Ein frálíkur vertur.


So byrjar tiltakið við týdningarmestu gestum á fremsta bonki, teirra millum Bjørn Kalsø, landstýrismaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og fráfarandi stjóri, Niels Halm, longst til vinstru.


Eftir at allir teir átta filmarnir, sum eru valdir úr teim innkomnu fimtan, eru sýndir, kunnu fólk atkvøða um Áskoðravirðislønina. Her er tað Niels Arge Galan úr 200 og annars av Sendistovuni, sum skrivar á atkvøðuseðilin, innan hann leggur seðilin í svarta kassan.

 
Kring borðini í forhøllini gongur kjakið um sýndu stuttfilmarnar, men eisini um Føroya fyrsta biograf, sum Ólavur á Heygum skipaði fyri í Vestmanna í 1907, trý ár innan Dia á Bø lat Havnarfólk sleppa at síggja film við sama apparati. Helgi Jacobsen, sum sæst til høgru, skrivar bók um Ólav.
 
Høvið er eisini at fáa ein munnbita og eitt glas av Geytapassión. Her eru tað Urd, Linde og Birgir úr dómsnevndini, sum kanna, hvat er í passiónini hjá Geytanum. Jú, hetta er ein føroyskur mohito.
 
Innkomnu atkvøðurnar verða taldar skjótt og effektivt aftantil í Norðurlandahúsinum. Allir gestir hava sett ein kross við yndisfilmin, ein av teim sýndu átta, á baksíðuni á atgongumerkinum.
 
 
So er talt saman og Urd gevur borgarstjóranum boðini um vinnaran. Tað er hann, Heðin Mortensen, ið vegna Tórshavnar kommunu, skal handa vinningin, sum er 15.000 krónur.

Og vinnarin er úr Sandavági, hin unga Annika á Lofti, sum gjørdi filmin Mist. Tað eru áskoðararnir samdir um, men bara fimm atkvøður eru til næsta film, sum er Summarnátt. Spennandi!
 
Og so slapp eg sjálvur at lesa grundgevingina hjá dómsnevndini, sum varð sett at finna ein vinnara millum innkomnu filmarnar. Her er grundgevingin hjá dómsnevndini: 'Á klassiskum altjóða filmsmáli, sigur Sakaris Stóra heimligu og tó alheimsligu søguna um tvær ungar vinkonur, sum eru komnar á eitt avgerandi vegamót í lívinum. Søgan verður søgd á einum løttum filmsmáli, sum verður borðið fram við tryggari og skynsamari hond, ið er so ferm, at tað tykist, sum um søgan flýtur til tín í allar teir minuttir, hon varir. Ungu og óroyndu kvinnuligu leikararnir skara framúr, og hetta ber boð um hegniga leikstjórn og eina góða søgu. Undir leiðslu leikstjórans bera tær báðar søguna og geva henni sannførandi dýpd, eins og latið verður upp fyri margtýddum løgum og tulkingarmøguleikum. Tónleikurin, sum er gjørdur til filmin, fylgir visuellu gongdini og tey bæði, tónleikurin og filmurin, raka eina sannførandi og djúpa norðurlendska lind eina summarnátt. Hóast filmaða søgan er væl skipað, er hon aldri læst føst. Søgan er opin og nemur við fleiri temu, fremstu teirra eru vinalag og kærleiki, svik og trúfesti. Dómsnevndin metir at "Summarnátt" hevur góðar møguleikar á altjóða filmsfestivalum.' Og so var bara eftir at handa Geytan til Sakaris.


Og vegna dómsnevndina vil eg takka øllum, eingin nevndur eingin gloymdur, fyri at hetta bar til og at tit møttu so trúføst at verða við, tá vit handaðu fyrsta Geytan. Uttan tykkum var einki. Men David Geyti má eg nevna. Hann er abbasonur veruliga Geytan úr Kollafirði og gjørdi henda Geytan, saman við mammuni Astrid Andreassen. David sæst til vinstru á niðaru myndini, saman við Unn Kragesteen og tey eiga sonin Geyti.




Og so var alt liðugt. Síggjast vónandi aftur til føroyskt filmskvøld 11. desember 2013.