Skip to main content

Geytin - føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum


Norðurlandahúsið sigur í tíðindaskrivið í kvøld, at týskvøldið 11. desember klokkan 19:30 verður høvi at síggja eitt úrval av føroyskum stuttfilmum í Norðurlandahúsinum, sum allir eru gjørdir seinastu tvey árini. Sum nakað heilt nýtt innan føroyska filmsframleiðslu, verða í ár lætnar tvær filmsviðislønir til bestu føroysku stuttfilmarnar. Tað er abbasonurin, David Geyti, og mamman, Astrid Andreassen, ið hava gjørt fyrstu føroysku filmsvirðislønina Geytan.


Virðislønina »Geytin« á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið og er tað ein dómsnevnd, sum kemur at avgerða, hvør filmur fær virðislønina. Hin virðislønin er ein »Áskoðaravirðisløn« á 15.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur, og eins og heitið sipar til, eru tað áskoðarnir, sum fara at atkvøða um, hvør filmur fær hesa virðislønina. 




Freistin at lata filmar inn var úti 1. desember og sigast má, at undirtøkan hevur verið góð, tí heili 15 stuttfilmar eru latnir inn til filmskvøldið. Ein dómsnevnd er sett at meta um innkomnu filmarnar og velja út, hvørjir sleppa á stóra filmsløriftið í Norðurlandahúsinum komandi týskvøld. Í dómsnevndini sita Birgir Kruse, Ingun í Skrivarastovu, Jan B. Jørgensen, Urd Johannesen og Linde Fröhlich.

Sjónvarpsverturin Finnur Koba verður frásøgufólk og fer at stýra áskoðarnar ígjøgnum spennandi kvøldið. Í steðginum bjóðar Norðurlandahúsið smáar brellbitar og ein vælsmakkandi Geyta-drykk.