Skip to main content

Gleðilig jól


So er jólaaftan. Á middegi fór eg niðan á Kúrdalsveg í Hoyvík at taka nakrar myndir á sama stað sum í fjør. Litspælið yvir Kirkjubøreyni, Glyvursnesi og Skálhøvda, sum sæst á myndini omanfyri frá í fjør, kom ongantíð. Tí vendi eg mær í staðin norðureftir, móti Sundalagnum, har alt var hugtakandi grátt í grátt. Rullandi kemur sortin norðan úr Sundalagnum, meðan gæsnar her suðuri fara á flog, og seyðurin á bønum lætst sum einki.



So nú eru stundir at siga gleðilig jól, nær og fjar, við eini mynd av setandi sól í suðuri, frá fyrrárinum.