Skip to main content

Harðskapur á filmi má bíða


Nýggi harðrendi filmurin hjá Quentin Tarentino Django Unchained verður sýndur í Havnar Bio 24. januar í nýggja árinum. Men í kvøld, týskvøld, skuldi sami filmur verða frumsýndur í heimbýnum Los Angeles.

Tó, stóra og larmandi Hollywoodtiltakið, sum føroysku miðlarnir plaga at kalla eitt brak, er tikið av skránni. Bara tey, sum hava gjørt filmin sleppa at síggja hann, mest sum í loyndum. Tað skrivar heimsins elsta filmsavís, Variety, úr Hollywood í dag.

Hetta er bara ein av fleiri royndum í filmbýnum, at finna rætta beinið at standa á, eftir at 20 ára gamli Adam Lanza, púra einsamallur, loysti skot av og drap 20 børn og 6 vaksin og síðani seg sjálvan í Sandy Hook skúlanum í Newton, Connecticut. Ein høgur prísur fyri einsemi, sum fleiri miðlar vilja vera við at drongurin livdi undir.

Mær kom til hugs ein føroyskan kjaktráð, sum varð stovnaður í 2009 og bar heitið Hetta helvitis einsemið. Tveyhundraðogfimm føroyingar hava svarað einsama kjakaranum, sum ikki er virkin undir hesum evni longur.

Leygardagin skuldi skemtifilmurin Parental Guidance verða frumsýndur í Amerika, men hetta er av somu orsøk útsett til jóladag, og nýggjasti actionfilmurin hjá Tom Cruise Jack Reacher er útsettur, og gallasýningin í New York verður púra av ongum.

Samstundis er kjakið um harðskap á filmi kyknað aftur. Amerikanski demokratiski senatorurin Joe Lieberman heldur, at filmur og telduspøl skulu havast í huga, tá lagast skal upp fyri samfelagsligum harðskapi.

Samskipanin hjá teimum, sum gera film har í landinum, Motion Picture Association of America (MPAA), vil ikki gera viðmerkingar til hugsjónir Libermans. Fyrr hevur MPAA altíð víst til trýtúsundogfimmhundrað kanningar, har eingin vísti at samband var millum harðskap á filmsløriftinum og í veruliga lívinum.

Við bíða til næsta leik.