Skip to main content

Joel, timbur og mynstur


Joel Cole, sum omanfyri og niðanfyri er avmyndaður á verkstaðnum á Háskúlanum í Hornabø í Havn, arbeiðir við eini sjáldsamari og spennandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. januar 2013.


Joel, sum býr í Føroyum, er ættaður úr Minnesota. Hann hevur ferðast víða og kom av fyrstan tíð higar sum skiftisnæmingur. Tilfarið, sum hann brúkar í framsýningini, er úr Norðuramerika, Suðuramerika og Føroyum. Um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í januar, sigur Joel soleiðis:


Í nýggjastu verkunum seti eg mær fyri at kanna tey mynstur, sum vit leggja á tilveru og atferð okkara. Vit liva í fýrakantaðum kassum. Vit hyggja út úr hesum kassum gjøgnum fýrakantað hol. Vit arbeiða í fýrakantaðum bygningum. Vit eru umgyrd av beinum strikum, vinklum og fýrakantum. Og tá vit lýsa okkara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum puntum, sum allir eru í litum. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dagliga hyggja eftir, eru gjørdar úr smáum litaðum puntum, hvat er tað so í veruleikanum, vit hyggja at? Er tað hin rætti veruleikin, sum verður borin fram fyri okkum? Og hvussu ávirkar tað atferð okkara, tá vit skoða veruleikan í einum teldugjørdum heimi? Mínar nýggjastu standmyndir, sum eru úr timburi, dvølja við hesar tankar, og royna at finna eina spón av sannleika handan talgilt viðgjørdu myndirnar, sum vit síggja hvønn dag. Timbur, sum í flestu førum er úr mínum heimstaði í Minnesota, er høvuðstilfarið í hesum arbeiði. Men eg brúki eisini lívrunnið tilfar, sum eg havi funnið við føroyskar strendur og so nakað av reka.



My latest series explores the structures we place on our world and our behavior. We live in square boxes. We look out of these boxes through square holes. We work in a square building. We are surrounded by straight lines, squares, and rectangles. And when we document our world through pictures we do so by capturing images that are made up of thousands of little squares of color. My question is this: if the images we look at every day are made up of little colored squares, than what is it really we are looking at? Is it a true replica of reality of a manufactured one? And how does viewing our world through this computer generated reality affect our participation in it? My latest sculptural series examines this idea, and tries to find a bit of truth beneath the digitally manipulated images we view everyday. Wood is the major material in this series, most of which has come from my home in Minnesota, USA, but I am also using organic materials from Faroese beaches and some drift wood.